[1] Annars, brøður, biðið fyri okkum, at orð Harrans má hava framgang og verða dýrmett eins og hjá tykkum,
[2] og at vit mega verða bjargaðir frá óargaligum og vándum menniskjum; tí at ikki hava øll trúgv.
[3] Men trúfastur er Harrin, hann skal styrkja tykkum og varðveita tykkum frá hinum illa.
[4] Men vit hava tað treysti til tykkara fyri Harrans skuld, at tit bæði gera og vilja gera tað, sum vit bjóða tykkum.
[5] Men Harrin beini hjørtu tykkara til kærleika Guðs og til tolmóðs Krists!
[6] Men vit bjóða tykkum, brøður, í navni várs harra Jesu Krists, at tit halda tykkum burtur frá hvørjum tí bróður, sum hevur óryggjuliga atferð, og ikki eftir tí lærdómi, sum teir hava fingið frá okkum.
[7] Tí at tit vita sjálvir, hvussu tit eiga at fylgja okkum eftir; tí at vit livdu ikki óryggjuliga hjá tykkum,
[8] og heldur ikki ótu vit breyð hjá nøkrum fyri einki; men vit arbeiddu við stríði og møði, nátt og dag, fyri at vit ikki skuldu vera nøkrum av tykkum til tyngslu.
[9] Ikki fyri tað, at vit ikki hava rætt til tess, men fyri at vit kundu geva tykkum okkum sjálvar sum fyridømi, so at tit skuldu fylgja okkum eftir.
[10] Tí var tað eisini, tá ið vit vóru hjá tykkum, at vit buðu tykkum hetta, at um einhvør ikki vil arbeiða, tá eigur hann heldur ikki at fáa at eta.
[11] Tí at vit hoyra, at nakrir tykkara millum liva óryggjuliga, sum einki arbeiða, men havast at tí, sum teimum ikki kemur við.
[12] Slíkum bjóða vit og áminna teir fyri Harrans Jesu Krists skuld, at teir skulu arbeiða í stillføri og eta sítt egna breyð.
[13] Men tit, brøður, troyttist ikki av at gera tað, sum gott er!
[14] Men um einhvør ikki lýðir orði okkara í hesum brævi, tá merkið tykkum hann; havið ongan felagsskap við hann, so at hann má skammast;
[15] men haldið hann tó ikki fyri fígginda, men áminnið hann sum bróður!
[16] Men sjálvur harri friðarins gevi tykkum friðin altíð á allan hátt! Harrin veri við tykkum øllum!
[17] Heilsanin við míni, Paulusar, egnu hond, og tað er merki á hvørjum brævi. Soleiðis skrivi eg.
[18] Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum øllum!