[1] Tað er eitt satt orð: Um einhvør tráar eftir umsjónarembæti, tá er tað ein vakur gerningur, sum hann hevur hug til.
[2] Ein umsjónarmaður eigur tí at vera óatfinnandi, einar konu maður, fráhaldandi, hóvsamur, høviskur, gestablíður, dúgligur at læra onnur,
[3] ikki tráur eftir víni, ikki eftir bardøgum, men mildur, ikki klandursamur, ikki peningagrammur;
[4] maður, sum stendur væl fyri sínum egna húsi, sum heldur børnum sínum í lýdni við øllum sóma –
[5] um einhvør ikki hevur skil á at standa fyri sínum egna húsi, hvussu skal hann tá kunna hava umsorgan fyri kirkjuliði Guðs? –
[6] ikki nýggjur í trúnni, fyri at hann ikki skal verða hástórur og falla inn undir dóm djevulsins.
[7] Men hann eigur eisini at hava gott ummæli hjá teimum, sum eru uttanfyri, til tess at hann ikki skal verða fyri háð og falla í snerru djevulsins.
[8] Somuleiðis eiga kirkjuliðstænarar at verða siðaðir, ikki tvítungutir, ikki tráir eftir nógvum víni, ikki hugaðir eftir ljótum vinningi,
[9] og skulu teir hava loyndarmál trúarinnar í reinari samvitsku.
[10] Men eisini hesir skulu fyrst verða royndir, síðan skulu teir veita tænastu í kirkjuliðinum, um teir eru ólastandi.
[11] Somuleiðis eiga konur at vera siðaðar, ikki baktalandi, fráhaldandi, trúgvar í øllum lutum.
[12] Kirkjuliðstænarar skulu vera einar konu menn og standa væl fyri børnum sínum og sínum egnu húsum.
[13] Tí at teir, sum væl hava tænað kirkjuliðinum, vinna sær sjálvum eina góða støðu og mikið treyst í trúnni á Krist Jesus.
[14] Hetta skrivi eg til tín, tó at eg vóni brátt at koma til tín,
[15] fyri at tú skalt vita, um eg skuldi verið tarnaður, hvussu tað eigur at vera farið fram í Guðs húsi, sum er kirkjulið hins livandi Guðs, stólpi og grundvøllur sannleikans.
[16] Og eyðvitað er loyndardómur gudsóttans mikil: Hann, sum varð opinberaður í holdi, varð rættvísgjørdur í anda, sæddur av einglum, boðaður heidninga millum, trúgvin í heimi, tikin upp í dýrd.