[1] Brøður! Um ein maður skuldi komið fyri einahvørja misgerð, tá hjálpið tit, sum andligir eru, honum til rættis við spakføris anda; men hygg um teg sjálvan, at ikki tú eisini skalt verða freistaður!
[2] Berið byrðar hvør hjá øðrum og uppfyllið soleiðis lóg Krists.
[3] Tí at um einhvør tykist at vera nakað, tó at hann einki er, tá svíkur hann seg sjálvan.
[4] Men ein og hvør skal rannsaka sítt egna verk, og tá skal hann hava rós eina eftir tí, sum hann sjálvur er, og ikki eftir tí, sum annar er.
[5] Tí at ein og hvør skal bera sína egnu byrði.
[6] Men tann, sum verður upplærdur í orðinum, skal geva tí, sum upplærir hann, lut við sær í øllum góðum.
[7] Villist ikki! Guð letur seg ikki spotta; tí at tað, sum maður sáar, tað skal hann eisini heysta.
[8] Tí at tann, sum sáar í holdi sínum, skal av holdinum heysta týning; men tann, sum sáar í andanum, skal av andanum heysta ævigt lív.
[9] Men latum okkum ikki troyttast av at gera tað, sum gott er! tí at í sínum tíma skulu vit heysta, um vit ikki gevast.
[10] Latum okkum tá, eftir tí sum vit hava føri til, gera øllum gott og helst trúarfeløgum okkara!
[11] Hyggið, við hvussu stórum bókstøvum eg skrivi til tykkara við míni egnu hond!
[12] Allir teir, sum vilja síggja væl út í holdinum, teir noyða tykkum til at lata tykkum umskera, bert fyri at teir ikki skulu verða forfylgdir fyri Krists kross skuld;
[13] tí at tað er minni enn so, at teir sum umskornir eru, sjálvir halda lógina; men teir vilja, at tit skulu verða umskornir, fyri at teir kunnu rósa sær av holdi tykkara.
[14] Men tað veri langt frá mær at rósa mær av øðrum enn av krossi várs harra Jesu Krists; tí at fyri hansara skuld er heimurin krossfestur fyri mær og eg fyri heiminum.
[15] Tí at hvørki er umskering nakað ella yvirhúð, men eina nýggjur skapningur.
[16] Og yvir øllum teimum, sum ganga eftir hesi reglu, veri friður og miskunn, og yvir Guðs Ísrael!
[17] Hereftir geri eingin mær ónáðir! tí at eg beri merki Jesu á likami mínum.
[18] Náði várs harra Jesu Krists veri við anda tykkara, brøður! Amen.