Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 4:04

[1] Til frælsis hevur Kristus fríað okkum. Standið tí fastir og latið teir ikki aftur fáa tykkum inn undir trældóms ok!

[2] Sí eg, Paulus, sigi tykkum, at um tit lata tykkum umskera, tá gagnar Kristus tykkum einki.

[3] Og eg vitni uppaftur fyri hvørjum manni, sum letur seg umskera, at hann er skyldigur til at halda alla lógina.

[4] Tit, sum vilja verða rættvísgjørdir við lóg, tit eru skildir frá Kristi, tit eru falnir úr náðini.

[5] Tí at av trúgv vænta vit í andanum rættferðar vón.

[6] Tí at í Kristi Jesusi hevur hvørki umskering ella yvirhúð nakað at týða, men trúgv, sum er virksom í kærleika.

[7] Tit runnu væl; hvør hevur forðað tykkum í at vera sannleikanum lýdnir?

[8] Henda yvirtalan er ikki frá honum, sum kallaði tykkum.

[9] Lítið súrdeiggj súrgar alt deiggið.

[10] Eg havi tað treystið til tykkara í Harranum, at nakað annað ikki verður tykkum í huga. Men tann, sum villir tykkum, skal fáa dóm sín at bera, hvør hann so er.

[11] Men eg, brøður, um eg enn prædiki umskering, hví verði eg tá enn forfylgdur? Tá er jú meinbogi krossins tikin burtur.

[12] Gævi, at teir, sum øsa tykkum upp, høvdu limlestað seg sjálvar!

[13] Tí at tit, brøður, vórðu kallaðir til frælsis; nýtið bert ikki frælsið sum høvi fyri holdið; men tænið hvør øðrum í kærleika.

[14] Tí at øll lógin er uppfylt við einum orði, við hesum: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg.»

[15] Men um tit bítast og eta hvør annan, tá varið tykkum, at tit ikki týnast hvør av øðrum!

[16] Men eg sigi: Gangið fram í andanum, og tá skulu tit als ikki fullføra girnd holdsins.

[17] Tí at holdið girnast móti andanum, og andin móti holdinum; tí at hesi standa hvørt móti øðrum, fyri at tit ikki skulu gera tað, sum tit vilja.

[18] Men um tit verða leiddir av andanum, tá eru tit ikki undir lógini.

[19] Men holdsins verk eru opinlýs, og tey eru: ólevnað, óreinskapur, ólíkligskapur,

[20] skurðgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, meinhugi, vreiði, illfýsni, tvídráttur, ósemja,

[21] øvund, drykkjuskapur, fyllskapur og annað tílíkt; og um hetta sigi eg tykkum frammanundan, líkasum eg áður havi sagt, at teir, sum slíkt gera, skulu ikki arva Guðs ríki.

[22] Men ávøkstur andans er: kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildi, góðvild, trúskapur, spakføri, fráhald.

[23] Móti slíkum er lógin ikki.

[24] Men tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, tey hava krossfest holdið við lystunum og girndunum.

[25] Um vit liva í andanum, tá latum okkum eisini ganga fram í andanum!

[26] Latum okkum ikki tráa eftir fáfongdari æru, so at vit erta hvør annan og øvunda hvør annan.

Bræv Paulusar ápostuls til Galatamanna — Chapters