[1] O, tykkara skilaleysu Galatar! Hvør hevur forgjørt tykkum, tit sum tó fingu Jesus Krist uppmálaðan krossfestan fyri eygunum á tykkum?
[2] Bert hetta vil eg fáa at vita av tykkum: Fingu tit andan av lógargerningum ella av at hoyra trúnna boðaða?
[3] Eru tit so skilaleysir? Tit, sum byrjaðu í anda, ætla tit nú at enda í holdi?
[4] Hava tit til einkis roynt so mikið? – um tað tá er til einkis.
[5] Og tann, sum veitir tykkum andan og virkar kraftarverk tykkara millum, ger hann tað av lógargerningum ella av at boða trúnna?
[6] Eins og Ábraham trúði Guði, og tað varð roknað honum til rættvísi.
[7] Tí skulu tit vita, at tey, sum hava trúgv, tey eru børn Ábrahams.
[8] Men tá ið skriftin sá tað frammanundan, at Guð vildi rættvísgera heidningarnar av trúgv, boðaði hon Ábrahami frammanundan tann gleðiboðskapin: «Í tær skulu allar tjóðir fáa signing.»
[9] Soleiðis fáa tey, sum hava trúgv, signing saman við hinum trúgvandi Ábrahami.
[10] Tí at so mangir, sum halda seg til lógargerningar, eru undir banning; tí at skrivað er: «Bannaður er hvør tann, sum ikki heldur fast við alt tað, sum skrivað er í lógbókini, so at hann ger eftir tí.»
[11] Men at eingin verður rættvísgjørdur fyri Guði við lóg, tað er skilligt, tí at hin rættvísi skal liva við trúgv.
[12] Men lógin spyr ikki um trúgv, men heldur «tann, sum ger eftir hesum, skal liva við tað.»
[13] Kristus keypti okkum undan banning lógarinnar, við tað at hann varð banning fyri okkum, – tí at skrivað er: «Bannaður er hvør tann, sum á træi hongur» –
[14] fyri at signing Ábrahams kundi koma til heidningarnar í Kristi Jesusi, so at vit við trúnni kundu fáa fyrijáttan andans.
[15] Brøður! eg tali á manna vísi. Eingin ger eina arvasemju hjá manni, sum er vorðin staðfest, ónýta ella leggur nakað aftur at henni.
[16] Men nú vórðu fyrijáttanirnar givnar Ábrahami og avkomi hansara; – tað stendur ikki «og avkomum», sum vóru tað fleiri, men «og avkomi tínum,» líkasum tá ið um ein er at tala, og tað er Kristus.
[17] Tað sum eg vil siga, er hetta: Ein sáttmála, sum frammanundan var staðfestur av Guði, kann lógin, sum kom fýra hundrað og tríati ár seinni, ikki gera ónýtan, so at hon skuldi gera fyrijáttanina til einkis.
[18] Tí at um so er, at arvurin fæst av lóg, tá fæst hann ikki longur av fyrijáttan; men Guð veitti Ábrahami hann við fyrijáttan.
[19] Hvat skuldi tá lógin til? Hon varð sett aftrat fyri misgerðanna skuld, inntil tað avkomið kom, sum fyrijáttanin ljóðaði um, greidd av einglum, við millummans hond.
[20] Men millummaður tørvast ikki, har sum bert er ein um at gera; men Guð er ein.
[21] Er tá lógin ímót fyrijáttanum Guðs? Á ongum sinni! Tí at um ein lóg hevði verið givin, sum hevði kunnað gjørt livandi, tá hevði rættvísin vissuliga fingist av lóg.
[22] Men skriftin hevur lokað alt inn undir synd, til tess at fyrijáttanin av trúgv á Jesus Krist skuldi verða givin teimum, sum trúgva.
[23] Men áðrenn trúgvin kom, vórðu vit hildnir innibyrgdir í varðhaldi av lógini, inntil tann trúgvin, sum skuldi koma, opinberaðist,
[24] so at lógin er vorðin agari okkara til Krists, fyri at vit skuldu verða rættvísgjørdir av trúgv.
[25] Men nú, tá ið trúgvin er komin, eru vit ikki longur undir agara;
[26] tí at tit eru øll Guðs børn við trúnni á Krist Jesus.
[27] Tí at tit, so mong sum eru doypt til Krists, tit hava íklæðst Krist.
[28] Her er ikki Jødi ella Grikki, her er ikki trælur ella frælsur maður, her er ikki kallur ella kona; tí at tit eru øll ein maður í Kristi Jesusi.
[29] Men um tit hoyra Kristi til, tá eru tit eisini avkom Ábrahams, arvingar eftir fyrijáttan.