[1] Paulus, ápostul, ikki av menniskjum, ikki heldur við nakað menniskja, men við Jesus Krist og Guð faðir, sum vakti hann upp frá deyðum,
[2] og allir brøðurnir, sum eru við mær, til kirkjuliðini í Galatalandi:
[3] Náði veri við tykkum og friður frá Guði faðir og harra várum, Jesusi Kristi,
[4] sum gav seg sjálvan fyri syndir okkara, fyri at hann kundi bjarga okkum út úr hesum núverandi vánda heimi, eftir vilja Guðs og faðirs várs;
[5] honum veri heiðurin um aldur og allar ævir! Amen.
[6] Eg undrist á, at tit so skjótt lótu tykkum venda burtur frá honum, sum kallaði tykkum við náði Krists, til ein annan gleðiboðskap,
[7] sum tó ikki er ein annar; men tað eru bert nakrir, sum gera tykkum í ørviti og vilja venda gleðiboðskapi Krists við.
[8] Men um so vit ella ein eingil frá himni boðar tykkum annan gleðiboðskap enn tann, sum vit hava boðað tykkum, tá veri hann bannaður!
[9] Sum vit áður hava sagt, so sigi eg nú uppaftur: Um einhvør boðar tykkum annan gleðiboðskap enn tann, sum tit hava tikið við, tá veri hann bannaður!
[10] Tali eg tá nú monnum til vildar, ella Guði? Ella royni eg at tekkjast monnum? Um eg enn vildi tekkjast monnum, tá var eg ikki tænari Krists.
[11] Men eg geri tykkum kunnigt, brøður, at tann gleðiboðskapur, sum er boðaður av mær, er ikki mannaverk;
[12] tí at heldur ikki eg havi fingið hann ella havi lært hann av nøkrum manni, men við opinbering Jesu Krists.
[13] Tit hava eyðvitað hoyrt um atferð mína áður í Jødadóminum, at eg óføra harðliga søkti at kirkjuliði Guðs og royndi at oyða tað.
[14] Og eg fór longur í Jødadóminum enn mangir javnaldrar mínir í fólki mínum, í tí at eg var nógv meira vandin um lærdómarnar frá fedrum mínum.
[15] Men tá ið tað líkaði Guði, sum longu frá móðurlívi hevði valt meg út og kallað meg við náði síni,
[16] at opinbera son sín í mær, til tess at eg skuldi boða gleðiboðskapin um hann heidninganna millum, tá ráðførdi eg meg ikki alt fyri eitt við hold og blóð,
[17] og fór heldur ikki niðan til Jerúsalem, til teirra, sum vóru ápostlar undan mær; men eg fór avstað til Árábiu og vendi síðan aftur til Damaskus.
[18] Seinni, trý ár eftir, fór eg niðan til Jerúsalem fyri at verða kendur við Kefas, og varð verandi hjá honum fimtan dagar.
[19] Men nakran annan av ápostlunum sá eg ikki, men eina Jákup, bróður Harrans.
[20] Tað sum eg skrivi til tykkara, sí, Guð veit, at eg ljúgvi tað ikki.
[21] Síðan kom eg til bygdarløgini í Sýriulandi og Kilikíu.
[22] Men persónliga var eg tá ókunnigur hjá hinum kristnu kirkjuliðunum í Júdeu.
[23] Tey høvdu bert frætt sum tíðindi: «Hann, sum áður søkti at okkum, boðar nú gleðiboðskapin um ta trúgv, sum hann áður vildi oyða út.»
[24] Og tey lovaðu Guði fyri meg.