Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 5:18

[1] Men eg sigi: Alla ta tíð, sum arvingin er óviti, er eingin munur á honum og træli, tó at hann er harri yvir øllum;

[2] men hann er undir umsjónarmonnum og ráðsmonnum til ta tíð, sum faðirin hevur ásett.

[3] Soleiðis vóru vit eisini, tá ið vit vóru ómyndingar, trælabundnir undir barnalærdómi heimsins.

[4] Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Guð son sín, føddan av kvinnu, føddan undir lóg,

[5] til tess at hann kundi keypa tey leys, sum vóru undir lóg, so at vit kundu fáa sonarættin.

[6] Men av tí at tit eru synir, tá hevur Guð sent anda sonar síns í hjørtu okkara, sum rópar: «Abba, faðir!»

[7] So ert tú tá ikki longur trælur, men sonur; men ert tú sonur, tá ert tú eisini arvingi fyri Guðs sakir.

[8] Men ta tíðina, tá ið tit ikki kendu Guð, trælaðu tit undir teimum gudum, sum í roynd og veru ikki eru gudar.

[9] Men nú, tá ið tit kenna Guð, og tað sum meir er, eru kendir av honum, hvussu kunnu tit tá venda við aftur til hin veika og fátæka barnalærdómin, sum tit aftur av nýggjum vilja fara at træla undir?

[10] Tit geva gætur eftir døgum og mánaðum og tíðum og árum.

[11] Eg kvíði, at eg skal hava arbeitt við tykkum til einkis.

[12] Verðið eins og eg, tí at eg eri vorðin eins og tit, brøður, eg biði tykkum! Tit hava ongan órætt gjørt mær.

[13] Men tit vita, at ein likamligur veikleiki hjá mær var orsøkin til, at eg á fyrsta sinni boðaði tykkum gleðiboðskapin;

[14] og tí, sum í holdi mínum kundi verið tykkum til freistingar, høvdu tit ikki vanvirðing ella andstygd fyri; men tit tóku móti mær sum einum eingli Guðs, ja, sum Kristi Jesusi sjálvum.

[15] Hvar er tá nú sæluprísan tykkara? Tí at tann vitnisburð gevi eg tykkum, at hevði tað verið møguligt, tá høvdu tit stungið eyguni út úr tykkum og givið mær tey.

[16] Eri eg tá vorðin fíggindi tykkara, við tað at eg sigi tykkum sannleikan?

[17] Teir látast at hava áhuga fyri tykkum, men tað er ikki av góðum; heldur vilja teir skilja tykkum burturfrá, fyri at tit skulu hava áhuga fyri teimum.

[18] Men tað er altíð gott at vera áhugaður fyri tí, sum gott er, og ikki bert tá ið eg eri hjá tykkum.

[19] Børn míni, sum eg av nýggjum føði við hørðum verkjum, inntil Kristus er vorðin myndaður í tykkum!

[20] Eg vildi ynskt, at eg var hjá tykkum nú og kundi broytt rødd mína, tí at eg eri í iva um tykkum.

[21] Sigið mær, tit sum vilja vera undir lóg, hoyra tit ikki lógina?

[22] Tí at skrivað stendur, at Ábraham átti tveir synir, annan við trælkvinnuni og annan við hini frælsu kvinnuni.

[23] Men sonurin hjá trælkvinnuni er gitin eftir holdi, men sonurin hjá hini frælsu kvinnuni samsvarandi fyrijáttan.

[24] Hetta hevur eina bílætliga merking; tí at tær báðar merkja teir tveir sáttmálarnar: annar er tann frá Sinaifjalli, sum føðir børn til trældóms, og hann er Hagar;

[25] tí at «Hagar» er Sinaifjallið í Árábiu og samsvarar við ta Jerúsalem, sum nú er; tí at hon er í trældómi við børnum sínum.

[26] Men Jerúsalem, sum er fyri oman, er fræls, og hon er móðir okkara.

[27] Tí at skrivað stendur: «Ver glað, ófrukt, sum ikki hevur átt barn; sker í róp og kalla hátt, tú sum ikki hevur barnsverkir! tí at børn hennara, sum er einslig, eru nógv fleiri enn hennara, sum hevur mannin.»

[28] Men vit, brøður, eru børn samsvarandi fyrijáttan, eins og Ísakur.

[29] Men líkasum í forðum tann, sum var gitin eftir holdi, forfylgdi tí, sum var gitin eftir anda, soleiðis eisini nú.

[30] Men hvat sigur skriftin? «Rek út trælkvinnuna og son hennara; tí at ikki skal trælkvinnusonurin taka arv saman við syninum hjá hini frælsu kvinnuni.»

[31] Tess vegna, brøður, eru vit ikki trælkvinnubørn, men børn hjá hini frælsu kvinnuni.

Bræv Paulusar ápostuls til Galatamanna — Chapters