Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 3:55

[1] Tit børn, lýðið foreldrum tykkara í Harranum; tí at tað er rætt.

[2] «Æra faðir tín og móður tína,» – hetta er hitt fyrsta boðið við fyrijáttan, –

[3] «fyri at tær má gangast væl, og tú mást liva leingi í landinum.»

[4] Og tit fedrar, ilskið ikki børn tykkara upp, men alið tey upp við aga og áminning Harrans!

[5] Tit tænarar, lýðið tykkara jørðisku húsbóndum við ótta og bivan í hjartans einfaldi tykkara, sum var tað Kristus;

[6] ikki við eygnatænastu eins og teir, ið vilja toknast monnum, men eins og tænarar Krists, so at tit gera vilja Guðs av hjarta,

[7] við tað at tit av góðum vilja gera tænastu, sum var tað fyri Harranum og ikki fyri monnum,

[8] av tí at tit vita, at hvat gott, sum ein og hvør ger, tað skal hann fáa aftur av Harranum, hvørt hann so er trælur ella frælsur.

[9] Og tit harrar, gerið tit tað sama móti teimum, so at tit lata av hóttum, við tað at tit vita, at bæði harri teirra og tykkara er í himlunum, og at tað hjá honum ikki verður gjørdur mannamunur.

[10] Annars, verðið sterkir í Harranum og í veldis mátti hansara!

[11] Latið tykkum í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at standa ímót sniðlopum djevulsins.

[12] tí at bardagi okkara er ikki móti blóði og holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum.

[13] Farið tí í øll herklæði Guðs, so at tit kunnu vera førir fyri at veita mótstøðu hin vánda dagin og at standa við, tá ið alt er vunnið.

[14] So standið tá gyrdir um lendar tykkara við sannleika og klæddir í brynju rættlætisins,

[15] og skøddir um føturnar við fúsleika til at boða gleðiboðskap friðarins;

[16] og havið í øllum førum trúarskjøldurin á lofti, sum tit kunnu vera førir fyri at sløkkja allar gløðandi ørvar frá hinum illa við;

[17] og takið hjálm frelsunnar og svørð andans, sum er Guðs orð,

[18] meðan tit við allari ákallan og bøn biðja eina og hvørja tíð í andanum og eru árvaknir til tess við øllum áhaldni og bøn fyri øllum hinum heilagu,

[19] og fyri mær við, at mær mega verða givin orð, tá ið eg lati upp munn mín, til at boða við treysti loyndardómin í gleðiboðskapinum,

[20] sum eg eri sendiboð fyri í leinkjum, at eg má tala við frímóði um hann, soleiðis sum eg eigi at tala.

[21] Men fyri at tit eisini kunnu fáa at vita um viðurskifti míni, hvussu mær veit við, so skal Týkíkus, hin elskaði bróðirin og trúgvi tænarin í Harranum, greiða tykkum frá øllum;

[22] hann havi eg sent til tykkara beint av teirri grund, at tit skulu fáa at vita, hvussu standurin er hjá okkum, og at hann kann ugga hjørtu tykkara.

[23] Friður veri við brøðrunum og kærleiki við trúgv frá Guði faðir og Harranum Jesusi Kristi!

[24] Náðin veri við øllum, sum elska harra váran, Jesus Krist, við óforgongiligum kærleika!

Bræv Paulusar ápostuls til Efesusmanna — Chapters