Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 3:11

[1] Tess vegna er tað, at eg, Paulus, fangi Krists Jesu fyri tykkara skuld, tit heidningar –

[2] um tit annars hava hoyrt um húshaldið við teirri Guðs náði, sum mær varð givin viðvíkjandi tykkum,

[3] at við opinbering varð loyndardómurin kunngjørdur mær, soleiðis sum eg frammanfyri stutt havi skrivað,

[4] so at tit av tí, tá ið tit lesa tað, kunnu skyna um fatan mína av loyndardómi Krists,

[5] sum í fornum tíðum ikki varð kunngjørdur mannabørnunum, soleiðis sum hann nú er opinberaður hansara heilagu ápostlum og profetum í andanum:

[6] at heidningarnir eru samarvingar og samlimir og samluttiknir í fyrijáttanini í Kristi Jesusi við gleðiboðskapinum,

[7] sum eg eri vorðin tænari fyri, samsvarandi teirri Guðs náðigávu, sum mær er givin við kraftini í mátti hansara.

[8] Mær, hinum allarminsta av øllum heilagum varð henda náðin givin, at boða heidningunum gleðiboðskapin um hin órannsakanliga ríkdóm Krists,

[9] og at upplýsa allar um, hvussu tað er við húshaldinum við hesum loyndardómi, sum frá ævigum tíðum hevur verið fjaldur í Guði, sum allar lutir hevur skapað,

[10] fyri at Guðs margfaldi vísdómur nú av kirkjuliðinum skuldi verða kunngjørdur valdunum og ráðunum á himnagrundum,

[11] samsvarandi hini ævigu fyriætlan, sum hann fullførdi í Kristi Jesusi, harra okkara,

[12] sum vit hava treysti okkara í og atgongd í lít við trúnni á hann.

[13] Tí biði eg, at tit ikki mega falla í fátt av trongdum mínum fyri tykkara skuld; tær eru heiður tykkara. –

[14] Tess vegna er tað, at eg boyggi knæ míni fyri faðirinum,

[15] sum allur faðirskapur fær navn av á himnum og á jørð,

[16] at hann av dýrdar ríkidømi sínum má geva tykkum veldigliga at styrkjast við anda sínum í hini innaru menniskju tykkara,

[17] at Kristus má búgva við trúnni í hjørtum tykkara,

[18] so at tit, rótfestir og grundfestir í kærleika, mega verða førir fyri at fata saman við øllum hinum heilagu, hvat ið er breiddin og longdin og dýpdin og hæddin,

[19] og at kenna kærleika Krists, sum ber av øllum kunnleika, fyri at tit mega fyllast til alla fylling Guðs.

[20] Men honum, sum er mentur í øllum lutum at gera langt út um alt tað, sum vit biðja um ella skilja, eftir teirri kraft, sum virkar í okkum,

[21] honum veri æra í kirkjuliðinum og í Kristi Jesusi gjøgnum allar ættir, um aldur og allar ævir! Amen.

Bræv Paulusar ápostuls til Efesusmanna — Chapters