Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 5:00

[1] Eg áminni tykkum tí, eg hin bundni í Harranum, til at liva soleiðis, sum hóskandi er fyri ta kallan, sum tit vórðu kallaðir við,

[2] við øllum lítillæti og spakføri og langmóði, so at tit umbera hvør annan í kærleika,

[3] og leggja tykkum eina við at varðveita einleika andans í bandi friðarins.

[4] Eitt likam og ein andi, eins og tit eisini vórðu kallaðir til eina vón í kallan tykkara,

[5] ein harri, ein trúgv, ein skírn;

[6] ein Guð og faðir at øllum, hann sum er yvir øllum og gjøgnum alt og í øllum.

[7] Men einum og hvørjum av okkum varð náðin givin eftir tí máli, sum Kristus hevur mált honum gávu sína við.

[8] Tí verður tað sagt: «Hann fór upp til hæddar og førdi burtur fangar og gav monnunum gávur.»

[9] Men hetta «hann fór upp», hvat er tað annað enn tað, at hann eisini fór niður til hinar lægru partarnar á jørðini?

[10] Tann, sum fór niður, er eisini hin sami, sum fór upp, høgt upp um allar himnar, til tess at hann skuldi fylla alt.

[11] Og tað er hann, sum gav okkum summar til ápostlar, summar til profetar, summar til trúboðarar, summar til hirðar og lærarar,

[12] fyri at gera hini heilagu fullbúgvin, til at gera tænastu, til uppbyggingar av likami Krists,

[13] inntil vit allir samlir vinna fram til einleikan í trúnni og í kunnleikanum um son Guðs, til fulla mensku, til vakstrarmálið fyri fylling Krists,

[14] fyri at vit ikki longur skulu vera ómyndingar, sum kastast og rekast higar og hagar av hvørjum lærdóms vindi av falslótum manna, við svikum av ilskuráðum teirra, sum eru í villu;

[15] men at vit, sannførir í kærleika, skulu í øllum lutum vaksa upp til hansara, sum er høvdið, Kristus,

[16] so at alt likamið, samanfest og samanbundið við einum og hvørjum liði, sum ger sítt gagn samsvarandi teirri kraft, sum hvørjum einstøkum luti er tilmáld, veksur likamsins vøkstur til uppbygging sína í kærleika.

[17] Tí sigi eg hetta og vitni í Harranum, at tit ikki longur mega liva, eins og heidningarnir liva í fáfongd huga síns,

[18] myrktir sum teir eru í hugsunarhátti sínum, ókunnigir við lív Guðs vegna ta fákunnu, sum er í teimum og sum kemur av herðingini í hjarta teirra,

[19] við tað at teir dulir eru farnir út í ólevnað, til alskyns óreinskugerð í ágirnd.

[20] Men tit hava ikki á tílíkan hátt lært um Krist,

[21] um tit annars hava hoyrt um hann og eru upplærdir í honum, soleiðis sum sannleikin er í Jesusi:

[22] at tit, hvat ið hini fyrru atferð tykkara viðvíkur, skulu leggja av hina gomlu menniskju, sum verður spilt av hinum tølandi girndunum,

[23] men verða endurnýggjaðir í anda huga tykkara,

[24] og íklæðast hina nýggju menniskju, sum er skapað eftir Guði í rættlæti og heilagleika sannleikans.

[25] Leggið tí lygnina av og talið sannleika, hvør við næsta sín, við tað at vit eru limir hvør hjá øðrum.

[26] Um tit verða illir, tá syndið ikki! Sólin má ikki seta yvir illskap tykkara!

[27] Og gevið ikki djevlinum nakað føri!

[28] Tann, sum stjelur, stjali ikki longur, men arbeiði heldur og geri tað, sum gott er, við hondum sínum, so at hann kann hava nakað at geva tí, sum líður neyð!

[29] Eingin illavorðin tala komi út av munni tykkara, men slík, sum er góð til uppbyggingar, har sum tað gerst neyðugt, so at hon kann veita teimum náði, sum áhoyra.

[30] Og gerið ikki Guðs heilaga anda sorg, sum tit eru innsiglaðir við til endurloysingardagin!

[31] Allur beiskleiki og yvirhugi og illsinni og hávi og spottan veri langt burtur frá tykkum tillíka við øllum óndskapi!

[32] Men verið góðir hvør við annan, miskunnsamir, so at tit fyrigeva hvør øðrum, eins og Guð hevur fyrigivið tykkum í Kristi.

Bræv Paulusar ápostuls til Efesusmanna — Chapters