Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 3:41

[1] Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum og syndum tykkara,

[2] ið tit áður livdu í samsvarandi tíðarháttinum í hesum heimi, eftir hansara lagi, sum valdar herliðinum í luftini, tí anda, sum nú er virksamur í børnum ólýdnisins,

[3] sum eisini vit øll áður livdu ímillum í holds girndum okkara, tá ið vit gjørdu tað, sum holdið og hugsanirnar vildu, og vóru av náttúru vreiðinnar børn eins og eisini hinir; –

[4] men Guð, sum er ríkur í miskunn, hevur av sínum mikla kærleika, sum hann elskaði okkum við,

[5] eisini tá ið vit vóru deyðir í misgerðum okkara, gjørt okkum livandi saman við Kristi, – av náði eru tit frelstir! –

[6] og reist okkum upp saman við honum og givið okkum sæti saman við honum á himnagrundum í Kristi Jesusi,

[7] fyri at hann í komandi tíðum kundi sýna hin ómetaliga ríkdóm av náði síni við góðsku móti okkum í Kristi Jesusi.

[8] Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva;

[9] ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær.

[10] Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Guð frammanundan hevur skipað fyri, at vit skuldu leggja okkum eina við teimum.

[11] Tess vegna skulu tit minnast til, at tit, sum áður vóru heidningar í holdi og vóru kallaðir óumskornir av hini sonevndu umskeringini í holdi, sum er gjørd við hond,

[12] at tit í teirri tíðini vóru uttan fyri Krist, útistongdir frá borgaraskapi Ísraels og fremmandir fyri sáttmálunum við fyrijáttan teirra, uttan vón og uttan Guð í heiminum.

[13] Men nú, í Kristi Jesusi eru tit, sum áður vóru langt burtur, komnir nær til við blóði Krists.

[14] Tí at hann er friður okkara, hann sum sameindi báðar partar til eitt og breyt niður millumgarðin, sum gjørdi skilnað,

[15] fíggindskapin, tá ið hann í holdi sínum tók av lógina við boðorðum og skipanum, til tess at hann í sær kundi skapa teir báðar til eina nýggja menniskju, við tað at hann íbirti frið,

[16] og at gera teir báðar sáttar í einum likami við Guð við krossinum, við tað at hann á honum sló fíggindskapin í hel.

[17] Og hann kom og boðaði frið fyri tykkum, sum langt burtur vóru, og frið fyri teimum, sum nær vóru.

[18] Tí at við honum hava vit báðir partar í einum anda atgongd til faðirin.

[19] So eru tit tá ikki longur fremmandir og útlendingar, men tit eru samborgarar við hinum heilagu og Guðs húsfólk,

[20] uppbygdir á grundvøll ápostlanna og profetanna, meðan Kristus Jesus sjálvur er hornasteinurin,

[21] sum hvør bygningur verður samanbundin við og veksur upp til eitt heilagt tempul í Harranum,

[22] sum eisini tit verða samanbygdir í til ein Guðs bústað í andanum.

Bræv Paulusar ápostuls til Efesusmanna — Chapters