Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 4:35

[1] Verðið tí eftirfylgjarar Guðs eins og elskað børn,

[2] og livið í kærleika, líkasum eisini Kristus elskaði okkum og gav seg sjálvan fyri okkum til eina gávu og eitt offur, Guði til yndis anga.

[3] Men ólevnað og alskyns óreinska ella ágirnd eiga ikki so mikið sum at verða nevnd tykkara millum, soleiðis sum tað sømir heilagum;

[4] og ikki heldur ófólkaligur atburður ella illavorðið tos ella leyslátað teiti, sum alt er ósømiligt, men heldur takkargerð!

[5] Tí at hetta vita tit og skyna tit, at eingin horkallur ella óreinur ella gírigur, sum er ein avgudadýrkari, hevur arv í ríki Krists og Guðs.

[6] Eingin villi tykkum við tómum orðum, tí at fyri slíkt kemur vreiði Guðs yvir børn ólýdnisins!

[7] Verðið tí ikki lagsmenn teirra!

[8] Tí at tit vóru áður myrkur, men nú eru tit ljós í Harranum; livið sum børn ljósins –

[9] tí at ávøkstur ljósins kemur fram í allari góðsku og rættlæti og sannleika –

[10] so at tit royna, hvat ið Harrin hevur tokka í.

[11] Og havið ongan lut í gerningum myrkursins, sum einki gott stendst av, men revsið teir heldur!

[12] Tí at tað, sum í loyndum verður gjørt av teimum, er tað ein skomm bert at tala um.

[13] Men alt tað, sum revsað verður, verður opinberað av ljósinum; tí at alt, sum opinberað verður, er ljós.

[14] Tí verður tað sagt: «Vakna, tú, sum svevur, og rís upp frá deyðum, og tá skal Kristus lýsa fyri tær!»

[15] Gevið tí væl gætur eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvísir, men sum vísir,

[16] so at tit keypa hina lagaligu stundina, tí at dagarnir eru vándir.

[17] Verið tí ikki óskynsamir, men skiljið, hvat Harrans vilji er!

[18] Og drekkið tykkum ikki druknar í víni, sum førir óflýggjaskap við sær; men verðið fyltir av andanum,

[19] so at tit tala hvør til annan við sálmum og lovsongum og andligum ljóðum og syngja og leika í hjarta tykkara fyri Harranum,

[20] og altíð siga Guði og faðirinum tøkk fyri allar lutir í navni várs harra Jesu Krists,

[21] og eru hvør øðrum undirgivnir í ótta Krists!

[22] Konurnar skulu vera sínum egnu monnum undirgivnar eins og Harranum.

[23] Tí at maðurin er høvur konunnar, líkasum Kristus er høvur kirkjuliðsins, hann sum er frelsari likamsins.

[24] Men eins og kirkjuliðið er Kristi undirgivið, soleiðis skulu eisini konurnar vera monnum sínum undirgivnar í øllum lutum.

[25] Tit menn, elskið konur tykkara, líkasum eisini Kristus elskaði kirkjuliðið og gav seg sjálvan fyri tað,

[26] so at hann kundi halga tað við at reinsa tað í vatnbaðinum við orðinum,

[27] til tess at hann sjálvur kundi leiða kirkjuliðið fram fyri seg í dýrd, uttan blett ella rukku ella nakað av tílíkum, men so at tað kundi vera heilagt og lýtaleyst.

[28] Soleiðis eiga menninir at elska konur sínar eins og síni egnu likam. Tann, sum elskar konu sína, elskar seg sjálvan.

[29] Tí at eingin hevur á nøkrum sinni hatað sítt egna hold; men hann føðir tað og fjálgar um tað, eins og eisini Kristus ger við kirkjuliðið;

[30] tí at vit eru limir á likami hansara.

[31] Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey tvey skulu verða eitt hold.

[32] Hetta loyndarmálið er stórt; men eg meini við Krist og kirkjuliðið.

[33] Men ið hvussu er, skulu eisini tit, og hvør fyri seg, elska sína egnu konu eins og seg sjálvan, og konan skal óttast mann sín.

Bræv Paulusar ápostuls til Efesusmanna — Chapters