[1] Av hvørjum koma bardagar og av hvørjum stríð tykkara millum? Av hvørjum øðrum enn av girndum tykkara, sum stríðast í limum tykkara?
[2] Tit girnast og hava ikki; tit drepa og øvunda og kunnu ikki fáa; tit liggja í stríði og bardøgum; og tó hava tit ikki, av tí at tit biðja ikki.
[3] Tit biðja og fáa ikki, av tí at tit biðja illa, fyri at tit kunnu oyða tað upp í girndum tykkara.
[4] Tit ótrúgvu! Vita tit ikki, at vinskapur við heimin er fíggindskapur móti Guði? Tann, sum tí vil vera vinur við heimin, hann verður óvinur Guðs.
[5] Ella halda tit, at skriftin talar í tóman heim? Við yvri tráar hann eftir andanum, sum hann hevur givið bústað í okkum,
[6] men hann veitir tess størri náði. Tí sigur skriftin: «Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði.»
[7] Verið tí Guði undirgivnir! Men standið ímót djevulinum, og tá skal hann flýggja frá tykkum.
[8] Haldið tykkum nær at Guði, so skal hann halda seg nær at tykkum. Reinsið hendurnar, tit syndarar, og tváið hjørtuni, tit tvílyntu!
[9] Berið tykkum illa, syrgið og grátið! Látur tykkara vendist til sorg og gleðin til harm!
[10] Eyðmýkið tykkum fyri Harranum, tá skal hann upphevja tykkum!
[11] Talið ikki ilt hvør um annan, brøður! Tann ið talar ilt um bróður sín ella dømir bróður sín, talar ilt um lógina og dømir lógina; men um tú dømir lógina, tá ert tú ikki ein slíkur, sum ger eftir lógini, men dómari hennara.
[12] Ein er lóggevarin og dómarin, tann sum er mentur at frelsa og at týna; men hvør ert tú, sum dømir næstan?
[13] Og nú tit, sum siga: «Í dag ella í morgin skulu vit fara í ta ella ta bygdina og verða har eitt ár og handla og hava vinning,»
[14] tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin! Tí at hvørjum er lív tykkara líkt? Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur.
[15] Í staðin fyri at tit áttu at sagt: «Um Harrin vil, og vit liva, tá skulu vit gera hetta ella hatta!»
[16] Men nú rósa tit tykkum í breggjan tykkara. Alt tílíkt rós er vánt.
[17] Hvør, sum tí hevur vit at gera gott og ikki ger tað, honum er tað synd.