[1] Brøður mínir, havið ikki trúnna á váran Harra Jesus Krist, dýrdardrottin, saman við tí, at tit gera mannamun!
[2] Tí at um so er, at ein maður kemur inn í samkomuhús tykkara við gullringi á fingrinum og í skínandi klæðum, og har kemur eisini ein fátækur maður, sum er illa klæddur,
[3] og tit hyggja at honum, sum er í teimum skínandi klæðunum og tit siga: «Set tú teg her á henda góða sessin!» men siga við hin fátæka: «Statt tú har, ella set teg niður við fótskammul mín;»
[4] gera tit tá ikki mismun hjá tykkum sjálvum og eru vorðnir dómarar við ringum tonkum?
[5] Hoyrið, elskaðu brøður mínir! Hevur Guð ikki valt út hinar fátæku fyri heiminum at verða ríkar í trúgv og arvingar til tað ríkið, sum hann hevur lovað teimum, sum hann elska?
[6] Men tit hava vanvirt hin fátæka. Eru tað ikki hinir ríku, sum trælka tykkum, og eru tað ikki teir, sum draga tykkum fyri dómstólarnar?
[7] Eru tað ikki teir, sum spotta hitt góða navnið, sum nevnt er yvir tykkum?
[8] Tað er vituligt, um tit uppfylla hina kongaligu lógina samsvarandi skriftini: «Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg», tá gera tit beint.
[9] Men um tit gera mannamun, tá gera tit synd og verða revsaðir av lógini sum brotsmenn.
[10] Tí at um einhvør heldur alla lógina, men snávar í einum luti, tá er hann vorðin sekur í øllum.
[11] Tí at tann, sum segði: «Tú skalt ikki dríva hor», hann segði eisini: «Tú skalt ikki sláa í hel»; tó at tú tá ikki drívur hor, men slært í hel, tá ert tú vorðin lógbrótari.
[12] Talið tí so og gerið so sum teir, sum eiga at verða dømdir eftir lóg frælsisins.
[13] Tí at dómurin verður miskunnarleysur móti tí, sum ikki sýndi miskunn; men miskunn fer hugað fyri dómin.
[14] Hvat gagnar tað, brøður mínir, um einhvør sigur seg hava trúgv, men hann ikki hevur gerningar? Man trúgvin kunna frelsa hann?
[15] Um ein bróðir ella ein systir eru nakin, og teimum vantar dagliga føði,
[16] og einhvør tykkara sigur við tey: «Farið í friði, vermið tykkum og etið tykkum mett!» men tit ikki geva teimum tað, sum likaminum tørvast, hvat gagnar tað?
[17] Líkaleiðis eisini trúgvin; um hon ikki hevur gerningar, er hon deyð í sjálvari sær.
[18] Men einhvør kann siga: «Tú hevur trúgv, og eg havi gerningar; sýn mær trúgv tína uttan gerningarnar, og eg skal sýna tær trúnna av gerningum mínum!
[19] Tú trýrt, at Guð er ein; rætt gert tú; hinir illu andarnir trúgva tað við og skelva.»
[20] Men vilt tú vita, fákunna menniskja, at trúgvin er ónýtt uttan gerningar?
[21] Ábraham, faðir okkara, varð hann ikki rættvísgjørdur av gerningum, tá ið hann hevði lagt Ísak, son sín, upp á altarið?
[22] Tú sært, at trúgvin virkaði saman við gerningum hansara, og at trúgvin varð fullkomin av gerningunum,
[23] og skriftin gekk út, sum sigur: «Og Ábraham trúði Guði, og tað varð honum roknað til rættferðar», og hann varð kallaður Guðs vinur.
[24] Tit síggja, at menniskjan verður rættvísgjørd av gerningum og ikki av trúgv eina.
[25] Líkaleiðis eisini skøkjan Ráhab; varð hon ikki rættvísgjørd av gerningum, tá ið hon tók ímót sendimonnunum og slepti teimum avstað ein annan veg?
[26] Tí at eins og likamið er deytt uttan anda, soleiðis er eisini trúgvin deyð uttan gerningar.