Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 3:29

[1] Verðið ikki mangir lærarar, brøður mínir, við tað at tit vita, at vit skulu fáa tess tyngri dóm.

[2] Tí at vit snáva allir í mongum lutum; um einhvør ikki snávar í talu, tá er hann ein fullkomin maður, sum er førur fyri at hava teymahald eisini á øllum likaminum.

[3] Tá ið vit leggja boygsl í munnin á hestunum, fyri at teir skulu akta okkum, tá stýra vit eisini heila likami teirra.

[4] Sí, eisini skipini, so stór sum tey eru og førd av hørðum vindum, so verða tey tó stýrd við einum ógvuliga lítlum róðri, hagar sum stýrimaðurin ætlar sær.

[5] Soleiðis er eisini tungan ein lítil limur og ger nógv um seg. Sí, hvussu lítil neisti kann seta eld á ein stóran skógv!

[6] Og tungan er eldur. Sum ein heimur av órætti er hon millum lima okkara; hon dálkar alt likamið og setir eld á tilverunnar hjól, og hana sjálva er settur eldur á frá helviti.

[7] Tí at ein og hvør náttúra, bæði í djórum og fuglum, bæði í skriðkyktum og sjódjórum kann verða tamd og er vorðin tamd av mannanáttúruni;

[8] men tunguna kann eingin menniskja temja, hetta óflýggjaliga illa, fult av drepandi eitri.

[9] Við henni vælsigna vit Harran og faðirin, og við henni banna vit menniskjum, sum eru skapað í Guðs líki.

[10] Úr sama munni koma signing og banning. Hetta eigur ikki at vera so, brøður mínir.

[11] Kann tá keldan geva bæði søtt og beiskt vatn úr somu uppkomu?

[12] Kann tá eitt fikutræ, brøður mínir, geva av sær oljuber, ella eitt víntræ fikur? Ikki heldur kann ein sølt kelda geva søtt vatn.

[13] Hvør er vísur og vitur tykkara millum? Hann sýni við góðum atburði gerningar sínar í vísdóms spakføri.

[14] Men hava tit beiska øvund og illfýsni í hjarta tykkara, tá rósið tykkum ikki og ljúgvið ikki móti sannleikanum.

[15] Tann vísdómur kemur ikki omanfrá, men hann er av jørðini, náttúrligur, djevlaligur.

[16] Tí at har sum øvund og illfýsni er, har er óskil og alt ringt lag.

[17] Men vísdómurin omanfrá, hann er fyrst reinur, tínæst friðsamur, mildur, lagaligur, fullur av miskunn og góðum fruktum, ósvikaligur, falsleysur.

[18] Men rættferðar frukt verður sáað í friði fyri teimum, sum binda frið.

Hitt almenna bræv Jákups — Chapters