[1] Jákup, tænari Guðs og Harrans Jesu Krists, heilsar teimum tólv ættunum, sum eru spjaddar um í fremmandum londum.
[2] Haldið tað, brøður mínir, fyri bera gleði, tá ið tit verða staddir í ymsum freistingum,
[3] við tað at tit vita, at roynslan av trúgv tykkara virkar tolmóð.
[4] Men tolmóðin eigur at fáa fullbúgvið verk, til tess at tit mega vera fullkomnir og albúnir, og tað ikki vantar á hjá tykkum í nøkrum.
[5] Men um einumhvørjum av tykkum fattast vísdóm, tá biði hann Guð, sum gevur øllum gjarna og uttan átalur, og honum skal verða givið.
[6] Men hann biði í trúgv og ikki ivandi; tí at tann, sum ivast, er líkur eini sjóvaraldu, sum reisist og fer undan vindinum.
[7] Tí at ikki má tann maður hugsa, at hann skal fáa nakað hjá Harranum,
[8] slíkur tvílyntur maður hann er, vinglutur á øllum vegum sínum.
[9] Men hin lágt setti bróðirin rósi sær av hálæti sínum,
[10] men hin ríki av lágleika sínum; tí at hann skal hvørva burtur eins og blóma á grasi;
[11] tí at sólin kemur upp við brennandi hita og svíður grasið av og blóman á tí dettur av og vakurleikin í útsjónd hennara forferst. Soleiðis skal eisini hin ríki følna á vegum sínum.
[12] Sælur er tann maður, sum heldur út í freisting; tí at tá ið hann er royndur, skal hann fáa lívsins krúnu, sum Harrin hevur lovað teimum, sum elska hann.
[13] Eingin má siga, tá ið hann verður freistaður: «Eg verði freistaður av Guði;» tí at Guð er ikki freistaður av illum, og sjálvur freistar hann ongan.
[14] Men ein og hvør verður freistaður, tá ið hann verður drigin og lokkaður av síni egnu girnd.
[15] Síðan, tá ið girndin hevur gitið, ber hon synd; men tá ið syndin er fullbúgvin, føðir hon deyða.
[16] Villist ikki, elskaðu brøður mínir!
[17] Hvør ein góð gáva og hvør ein fullkomin gáva er omanfrá og kemur niður frá faðir ljósanna, og hjá honum er ikki umbroyting ella umskiftingarskuggi.
[18] Eftir sínum egna vilja føddi hann okkum við sannleiks orði, fyri at vit skuldu vera ein frumgróður av skapningum hansara.
[19] Tað vita tit, elskaðu brøður mínir! Men hvør menniskja veri snar til at hoyra, sein til at tala, sein til vreiði;
[20] tí at vreiði mans virkar ikki rættlæti fyri Guði.
[21] Leggið tí av allan óreinskap og allar leivdir av illskapi, og takið við spaklyndi móti orðinum, sum er gróðursett í tykkum og sum er ført fyri at frelsa sálir tykkara!
[22] Men verðið slíkir, sum gera eftir orðinum og ikki bert hoyra tað og við tað svíkja tykkum sjálvar.
[23] Tí at um einhvør hoyrir orðið og ikki ger eftir tí, tá er hann líkur manni, sum skoðar sín náttúrliga andlitsskap í spegli;
[24] tí at hann skoðar seg sjálvan og fer avstað og gloymir við tað sama, hvussu hann sá út.
[25] Men tann, ið lítur inn í hina fullkomnu lóg frælsisins og heldur á við tí, so at hann ikki verður ein gloymskur áhoyrandi, men ein, sum ger gerningin, hann skal verða sælur í verki sínum.
[26] Um einhvør heldur seg dýrka Guð, og ikki hevur teymahald á tungu síni, men villleiðir sítt egna hjarta, tá er gudsdýrkan hansara ónýtt.
[27] Ein rein og lýtaleys gudsdýrkan fyri Guði og faðirinum er hetta: at vitja faðirleys og einkjur í trongd teirra, og at varða seg sjálvan óspiltan av heiminum.