[1] Eg leggi tær dýrt við fyri ásjón Guðs og Krists Jesu, sum døma skal livandi og deyð, og við opinbering hansara og ríki hansara:
[2] Boða orðið, ver at í tíð og í ótíð, aga, revsa, áminn við øllum langmóði og allari leiðbeining!
[3] Tí at tann tíð skal koma, tá ið teir ikki skulu tola hina heilnæmu læruna, men eftir sínum egnu lystum taka sær lærarar í hópatali, soleiðis sum tað kitlar teir í oyruni,
[4] og teir skulu venda oyrunum frá sannleikanum og venda sær at ævintýrum.
[5] Men ver tú edrúur í øllum lutum, tol ilt, ger trúboðara gerning, fullfør tænastu tína!
[6] Tí at nú er komið at teirri stund, at eg verði ofraður, og tíðin er komin, at eg fari avstað.
[7] Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið skeiðið, havi varðveitt trúnna.
[8] Og nú liggur rættlætiskransurin goymdur til mín, sum Harrin skal geva mær á hinum degi, hann hin rættvísi dómarin, og ikki mær eina, men eisini øllum teimum, sum hava elskað opinbering hansara.
[9] Royn alt tað tú kanst at koma til mín sum skjótast!
[10] Tí at Demas er farin frá mær, av tí at hann elskaði henda heimin, og hann er farin avstað til Tessalóniku; Kreskes er farin til Galatiu, Titus til Dalmatiu.
[11] Lukas er einsamallur hjá mær. Tak Markus og hav hann við tær; tí at hann er mær nýtur til tænastu.
[12] Men Týkíkus havi eg sent til Efesus.
[13] Tá ið tú kemur, tá tak við tær tann møttulin, sum eg legði eftir í Troas hjá Karpusi, og bøkurnar, serliga skinnbøkurnar!
[14] Aleksander koparsmiður gjørdi mær nógv ilt; Harrin skal løna honum eftir gerningum hansara.
[15] Honum skalt eisini tú vara teg fyri; tí at hann stóð hart ímót orðum okkara.
[16] Í fyrstu málsvørn míni kom eingin mær til hjálpar, men allir fóru frá mær. Gævi, at tað ikki má verða teimum tilroknað!
[17] Men Harrin stóð hjá mær og styrkti meg, til tess at boðanin við mær skuldi verða fullførd, og øll fólkasløg skuldu fáa hana at hoyra; og eg varð bjargaður úr ljónskjaftinum.
[18] Harrin skal bjarga mær frá øllum illum verki og føra meg frelstan inn í sítt himmalska ríki. Honum veri æran um aldur og allar ævir! Amen.
[19] Heilsa Prisku og Akvilasi og húsi Onesiforusar!
[20] Erastus varð eftir í Korint, men Trofimus læt eg sjúkan eftir í Milet.
[21] Royn alt tað tú kanst at koma fyri vetur! Evbulus letur heilsa tær og Pudes og Linus og Klaudia og allir brøðurnir.
[22] Harrin veri við tínum anda! Náðin veri við tykkum!