Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 2:55

[1] Men hetta skalt tú vita, at á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir;

[2] tí at menniskjuni skulu vera sjálvkær, peningagramm, reypsom, hástór, spottsom, óhoyrilig móti foreldrum, ótakksom, vanheilag,

[3] kærleiksleys, óálítandi, baktalandi, óhóvsom, ólátað, ikki elskandi tað, sum gott er,

[4] svikafull, framlopin, dramblát, sum heldur elska lystir sínar enn elska Guð,

[5] sum hava yvirbragd av gudsótta, men hava avnoktað kraft hansara. Og frá slíkum skalt tú venda tær burtur!

[6] Tí at úr teirra flokki eru teir, sum sníkja seg inn í húsini og fanga konufólk, sum eru ovbyrðað av syndum og verða rikin av mongum ymsum girndum,

[7] og altíð læra og onga tíð kunnu koma til kunnleika um sannleikan.

[8] Eins og Jannes og Jambres stóðu ímót Mósesi, soleiðis standa eisini hesir móti sannleikanum, menn, sum eru spiltir í huganum, svíkir í trúnni.

[9] Men teir skulu ikki koma longur fram, tí at vitloysi teirra skal verða øllum opinlýst, soleiðis sum tað eisini varð hjá hinum.

[10] Men tú hevur fylgt mær eftir í læru, í atferð, í ráðum, í trúgv, í langmóði, í kærleika, í toli,

[11] í astóknum, í líðingum, slíkum sum mær vórðu fyri í Antiokíu, í Ikonium og í Lýstru; – slíkar atsóknir, sum eg havi útstaðið, – og Harrin bjargaði mær út úr teimum øllum.

[12] Og allir, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøktir;

[13] men ringar menniskjur og svikarar skulu fara fram til tað, sum verri er, villandi onnur og fara villir sjálvir.

[14] Men tú, verð tú verandi í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um, við tað at tú veitst, av hvørjum tú hevur lært tað,

[15] og við tað at tú frá barnsbeini kennir hinar heilagu skriftirnar, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Krist Jesus.

[16] Ein og hvør gudinnblásin skrift er eisini nyttulig til lærdóms, til aganar, til rættleiðingar, til uppvenjingar í rættvísi,

[17] fyri at Guðs-menniskjan kann verða albúgvin, fullfør til eitt og hvørt gott verk.

Seinna bræv Paulusar ápostuls til Timoteusar — Chapters