Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 3:35

[1] Paulus, ápostul Krists Jesu við Guðs vilja til at boða fyrijáttan um lívið í Kristi Jesusi

[2] til Timoteusar, sín elskaða son: Náði, miskunn, friður frá Guði faðir og Kristi Jesusi, harra várum!

[3] Eg takki Guði, sum eg frá forfedrunum tæni í reinari samvitsku, líkasum eg áhaldandi havi teg í huga í bønum mínum nátt og dag,

[4] tí at tá ið eg minnist tár tíni, leingist mær eftir at síggja teg, fyri at eg kann verða fyltur við gleði,

[5] við tað at eg eri komin at minnast ta falsleysu trúgv, sum er í tær, hana sum fyrst búði í Lois, ommu tíni, og í Evnike, móður tíni, og sum eg eri ivaleysur í eisini býr í tær.

[6] Tess vegna minni eg teg á, at tú birtir upp at loga ta Guðs náðigávu, sum er í tær við álegging handa mína.

[7] Tí at ikki gav Guð okkum mótloysis anda, men kraftar og kærleiks og hóvsemis anda.

[8] Skammast tí ikki við vitnisburðin um váran harra ella við meg, fanga hansara, heldur skalt tú við mær tola ilt fyri gleðiboðskaparins skuld samsvarandi Guðs kraft;

[9] hann sum frelsti okkum og kallaði okkum við heilagum kalli, ikki eftir gerningum okkara, men eftir síni egnu ráðagerð og náðini, sum okkum er givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum,

[10] men nú er vorðin alkunn við opinbering frelsara várs, Krists Jesu, hann sum gjørdi deyðan til einkis og leiddi lív og óforgongiligleika fram í ljósið við gleðiboðskapinum,

[11] sum eg eri settur at vera boðberi og ápostul og lærari fyri.

[12] Tess vegna líði eg eisini hetta; men eg skammist ikki við tað; tí at eg veit, á hvønn eg havi sett trúgv mína, og eg eri vísur í, at hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið til, til hin dagin.

[13] Hav tær sum fyridømi tey heilnæmu orðini, sum tú hoyrdi av mær, í trúgv og kærleika í Kristi Jesusi.

[14] Varða um hin vakra gripin, sum tær er fingin, við heilagum anda, sum býr í okkum!

[15] Tú veitst hetta, at allir teir í Ásiu vendu sær frá mær, og millum teirra eru Fýgelus og Hermogenes.

[16] Harrin veiti húsi Onesiforusar miskunn; tí at ofta hevur hann lívgað meg, og hann skammaðist ikki við leinkjur mínar.

[17] Men tá ið hann var komin til Róm, legði hann sær eina við at leita meg upp og fann meg.

[18] Harrin gevi honum, at hann má finna miskunn hjá Harranum á hinum degi! Og hvussu stóra tænastu hann gjørdi í Efesus, tað veitst tú best.

Seinna bræv Paulusar ápostuls til Timoteusar — Chapters