Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 4:22

[1] So verð tú tá, sonur mín, sterkur í náðini í Kristi Jesusi!

[2] Og tað, sum tú hevur hoyrt av mær, meðan mong vitni vóru hjá, skalt tú lata trúfastar menn fáa, sum eru dúgligir til eisini at læra onnur.

[3] Tol tú fyri tín part ilt sum ein góður hermaður Krists Jesu.

[4] Eingin, sum er í hertænastu, fløkir seg upp í lívsins størv, fyri at hann kann toknast honum, sum tók hann í hertænastu.

[5] So er eisini, um einhvør er við í kappleikum, tá verður hann ikki krýndur, um hann ikki leikar lógliga.

[6] Bóndin, sum arbeiðir, eigur fyrstur at fáa lut í ávøkstunum.

[7] Gev gætur eftir tí, sum eg sigi; tí at Harrin skal geva tær skyn á øllum.

[8] Minst til Jesus Krist, risin upp frá deyðum, av Dávids ætt, samsvarandi gleðiboðskapi mínum,

[9] sum eg toli ilt fyri líka til hetta at vera bundin eins og ein illgerðarmaður; men Guðs orð er ikki bundið.

[10] Tí toli eg alt fyri teirra útvaldu skuld, fyri at eisini tey skulu fáa frelsuna í Kristi Jesusi við ævigari dýrd.

[11] Tað orðið er satt; tí at eru vit deyðir við honum, skulu vit eisini liva við honum;

[12] halda vit út, skulu vit eisini ráða við honum; avnokta vit, skal hann eisini avnokta okkum;

[13] eru vit ótrúgvir, verður hann tó trúgvur; tí at seg sjálvan kann hann ikki avnokta.

[14] Minn á hetta, við tað at tú leggur teimum dýran við fyri ásjón Guðs ikki at liggja í orðadrátti, sum einki gagn er í, men er til oyðileggingar fyri tey, sum hoyra tað.

[15] Legg tær eina við at sýna teg sjálvan sum fullroyndan fyri Guði, ein arbeiðismann, sum ikki tørvar at skammast, sum fer reiðuliga um sannleiksorðið.

[16] Men halt tær burtur frá hinum vanheilaga svassi; tí at slíkir vilja altíð fara longur fram í gudloysi,

[17] og orð teirra koma at eta um seg sum kreft; – millum teirra eru Hýmeneus og Filetus,

[18] sum eru vilstir burtur frá sannleikanum, við tað at teir siga, at uppreisnin hevur longu verið, og teir kollvelta trúnna hjá summum.

[19] Men Guðs fasti grundvøllur stendur og hevur hetta innsiglið: «Harrin kennir síni» og «Hvør tann, sum nevnir navn Harrans, skal halda sær frá órættvísi.»

[20] Men í stórum húsi eru ikki bert gullker og silvurker, men eisini træker og leirker, og summi eru til heiðurs og summi til vanheiðurs.

[21] Um einhvør tí heldur seg reinan frá hesum, tá skal hann vera eitt ker til heiðurs, halgað, nýtiligt hjá húsbóndanum, lagaligt til eitt og hvørt gott verk.

[22] Men flýggja frá hinum ungdómsligu lystunum; stunda heldur á rættvísi, trúgv, kærleika, frið við tey, sum ákalla Harran av reinum hjarta!

[23] Men havna tú hinum býttisligu og óskynsomu trætumálum, av tí at tú veitst, at tey elva stríð!

[24] Men ein Harrans tænari eigur ikki at stríðast, men vera blíður við øll, dúgligur at læra, førur fyri at tola ilt,

[25] so at hann við spaklyndi hevur at teimum, sum seta seg ímót, um Guð tá einaferð kundi givið teimum umvending til kunnleika um sannleikan,

[26] og teir kundu raknað við aftur úr snerru djevulsins, fangaðir av honum til at gera hansara vilja.

Seinna bræv Paulusar ápostuls til Timoteusar — Chapters