[1] Minn teir á at vera stýrisvøldum og yvirráðum undirgivnir, at vera lýdnir, at vera til reiðar til allan góðan gerning,
[2] ikki at háða nakran, ikki at vera klandursamir, men friðarligir, og at sýna alt spakføri móti øllum menniskjum.
[3] Tí at eisini vit vóru áður óskynsamir, ólýdnir, villfarandi, trælir undir mongum ymsum girndum og lystum, vit livdu í illskapi og øvund, vóru hataðir og hataðu hvør annan.
[4] Men tá ið góðska og mannakærleiki Guðs, frelsara várs, vórðu opinberað,
[5] frelsti hann okkum, ikki fyri rættferðar gerninganna skuld, sum vit høvdu gjørt, men av miskunn síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í heilagum anda,
[6] sum hann ríkliga úthelti yvir okkum við Jesusi Kristi, frelsara várum,
[7] fyri at vit, rættvísgjørdir við náði hansara, skuldu í vón verða arvingar til ævigt lív.
[8] Hetta orðið er satt, og hetta vil eg, at tú skalt leggja teimum dýrt við, fyri at tey, sum hava tikið við trúgv á Guð, skulu leggja sær eina við at gera góðar gerningar. Hetta er menniskjunum gott og gagnligt.
[9] Men halt tær frá býttligum orðadráttum og ættartølum og klandri og trætum um lógina; tí at tey eru gagnleys og fruktaleys.
[10] Rangtrúnan mann skalt tú vísa frá tær, tá ið tú hevur givið honum ávaring eina og tvær ferðir,
[11] við tað at tú veitst, at ein slíkur er rangur og syndar, dómfeldur av sær sjálvum.
[12] Tá ið eg sendi Artemas til tín ella Týkíkus, tá royn alt tað tú kanst at koma til mín í Nikopolis; tí at har havi eg sett mær fyri at vera veturin.
[13] Senasi hinum lógkøna og Ápollosi skalt tú sum best hjálpa áleiðis, so at einki skal fattast teimum.
[14] Men lat eisini okkara egnu læra at gera góðar gerningar, har sum tørvur er á teimum, fyri at teir ikki skulu vera uttan ávøkst.
[15] Allir, sum eru hjá mær, lata heilsa tær. Heilsa teimum, sum elska okkum í trúnni! Náðin veri við tykkum øllum!