[1] Paulus, fangi Krists Jesu, og bróðirin Timoteus heilsa Filemoni, elskaða vini okkara og starvsbróður,
[2] og Appiu, systur okkara, og Arkippusi, stríðsfelaga okkara, og kirkjuliðinum í húsi tínum:
[3] Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi!
[4] Eg takki Guði mínum altíð, tá ið eg minnist til tín í bønum mínum,
[5] av tí at eg hoyri um kærleika tín og ta trúgv, sum tú hevur á Harranum Jesusi og á øllum hinum heilagu,
[6] fyri at felagsskapur tín í trúnni má verða virksamur fyri Krist í kunnleika um alt tað góða, sum er í tykkum.
[7] Tí at stóra gleði og ugga havi eg fingið av kærleika tínum, av tí at hjørtu teirra heilagu eru vorðin lívgað av tær, bróðir!
[8] Tí er tað, at eg, tó at eg kundi við stórum frímóði í Kristi boðið tær tað, sum sámiligt er,
[9] heldur biði teg fyri kærleikans skuld, slíkur sum eg eri, sum hin gamli Paulus, og nú har aftrat fangi Krists Jesu;
[10] eg biði teg fyri barn mítt, sum eg havi gitið í leinkjum mínum, Onesimus,
[11] hann, sum áður var tær ónýtur, men nú er nýtur bæði tær og mær, hann, sum eg sendi aftur til tín,
[12] hann, tað er mítt egna hjarta.
[13] Fegin vildi eg havt hann hjá mær, fyri at hann í tín stað kundi tænt mær í leinkjum mínum fyri gleðiboðskaparins skuld.
[14] Men uttan samtykki títt vildi eg einki gera, fyri at góðvild tín ikki skuldi vera sum av tvingsli, men av fríum vilja.
[15] Tí at tað kann vera, at hann av teirri grund varð skildur frá tær eina stutta tíð, fyri at tú kundi fáa hann aftur til æviga ogn,
[16] ikki longur sum træl, men meira enn træl, sum elskaðan bróður, serliga hjá mær, men hvør mikið meira hjá tær, bæði í holdinum og í Harranum.
[17] So satt sum tú tí heldur meg fyri felaga tín, tá tak ímót honum sum ímót mær!
[18] Men hevur hann gjørt tær nakran órætt, ella skyldar hann tær nakað, tá set tað upp á rokning mína!
[19] Eg, Paulus, skrivi við míni egnu hond, eg skal gjalda tað, – fyri ikki at siga tær, at tú tess uttan eisini skyldar mær sjálvan teg.
[20] Ja, bróðir! lat meg fáa gagn av tær í Harranum, lívga hjarta mítt í Kristi!
[21] Í treysti til lýdni títt skrivi eg til tín, við tað at eg veit, at tú vilt gera enntá meir enn tað, sum eg sigi.
[22] Men royn samstundis eisini at fáa eitt tilhald til mín; tí at eg vóni, at eg við bønum tykkara skal verða tykkum givin.
[23] Epafras, samfangi mín í Kristi Jesusi, letur heilsa tær;
[24] somuleiðis Markus, Aristarkus, Demas, Lukas, starvsfelagar mínir.
[25] Náði várs harra Jesu Krists veri við anda tykkara!