Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 2:29

[1] Tú harímót, tala tað, sum hóskar fyri hina heilnæmu læruna:

[2] at gamlir menn skulu vera fráhaldandi, virðuligir, hóvsamir, heilbjargnir í trúnni, í kærleikanum, í úthaldninum;

[3] at gamlar konur somuleiðis skulu skikka sær, sum tað sømir heilagum, ikki baktala, ikki vera falnar til drykk, men vera lærarar í tí, sum gott er,

[4] fyri at tær mega upplæra hinar ungu konurnar til at elska menn sínar og at elska børn síni,

[5] at vera hóvsamar, siðiligar, húsligar, góðar, sínum egnu monnum undirgivnar, fyri at Guðs orð ikki skal verða spottað.

[6] Somuleiðis skalt tú áminna hinar ungu menninar at vera hóvsamar,

[7] við tað at tú í øllum førum sýnir teg sjálvan sum eina fyrimynd í góðum gerningum, og at tú í læruni sýnir reinleika og virðuleika,

[8] heilnæma, ólastandi talu, fyri at mótstøðumaðurin má verða til skammar, tá ið hann einki ilt hevur at siga um okkum.

[9] Áminn trælir, at teir skulu vera sínum egnu harrum undirgivnir og vera teimum til vildar í øllum lutum, ikki siga ímót,

[10] ikki svíkja, men sýna allan góðan trúskap, fyri at teir í øllum førum kunnu vera eitt prýði fyri læru Guðs, frelsara várs.

[11] Tí at Guðs náði er vorðin opinberað til frelsu fyri allar menniskjur,

[12] og hon uppsiðar okkum til at avnokta gudloysið og hinar veraldligu girndirnar og liva hóvliga og rættvísiliga og gudiliga í hesum heimi,

[13] væntandi hina sælu vón og opinberingina av dýrd hins stóra Guðs og frelsara várs, Jesu Krists,

[14] hann sum gav seg sjálvan fyri okkum, fyri at hann kundi loysa okkum út úr øllum lógloysi og reinsa sær sjálvum eitt eigindómsfólk, áhugað til góðar gerningar.

[15] Tala hetta, og áminn og revsa við øllum myndugleika; lat ongan vanvirða teg!

Bræv Paulusar ápostuls til Titusar — Chapters