[2] Verið áhaldandi í bønini, við tað at tit eru árvaknir í henni við takkargerð,
[3] so at tit eisini biðja fyri okkum við, at Guð má lata okkum upp einar dyr fyri orðinum til at tala loyndarmál Krists, fyri hvørs skuld eg eisini eri bundin,
[4] til tess at eg kann opinbera tað soleiðis, sum eg eigi at tala.
[5] Umgangist við vísdómi tey, sum eru uttanfyri, so at tit keypa hina lagaligu stundina!
[6] Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so at tit vita, hvussu tit eiga at svara einum og hvørjum serstakliga.
[7] Hvussu tað veit við hjá mær, skal Týkíkus, hin elskaði bróðirin og trúgvi tænarin og samtænarin í Harranum, gera tykkum alt samalt kunnigt;
[8] hann sendi eg til tykkara, beint tí at tit skulu fáa at vita, hvussu tað stendur til hjá okkum, og tí at hann skal ugga hjørtu tykkara,
[9] saman við Onesimusi, hinum trúgva og elskaða bróðurinum, sum er frá bygd tykkara. Teir skulu greiða tykkum frá, hvussu alt stendur til her.
[10] Aristarkus, samfangi mín, letur heilsa tykkum, og Markus, systkinabarn Barnabasar, sum tit hava fingið boð um, – um hann kemur til tykkara, tá takið ímót honum –
[11] og Jesus, sum kallast Justus, sum av hinum umskornu eru teir einastu samarbeiðarar fyri Guðs ríki, sum eru vorðnir mær ein troyst.
[12] Epafras letur heilsa tykkum, hann sum er frá bygd tykkara, ein Krists Jesu tænari, sum altíð stríðir fyri tykkum í bønum sínum, fyri at tit mega standa fullkomnir og fullvísir í øllum vilja Guðs.
[13] Tí at eg gevi honum tann vitnisburð, at hann hevur mikið stríð fyri tykkum og teimum í Laodikeu og teimum í Hierapolis.
[14] Lukas, hin elskaði læknin, letur heilsa tykkum, og Demas.
[15] Heilsið brøðrunum í Laodikeu og Nymfas og kirkjuliðinum í húsum teirra.
[16] Og tá ið hetta brævið er lisið upp hjá tykkum, gerið tá tað, at tað eisini verður lisið upp í kirkjuliðinum hjá Laodikeumonnum, og at tit eisini lesa brævið frá Laodikeu!
[17] Og sigið við Arkippus: «Gev gætur eftir teirri tænastuni, sum tú hevur tikið við í Harranum, at tú útinnir hana!»
[18] Heilsanin við míni, Paulusar, egnu hond. Minnist til leinkjur mínar! Náðin veri við tykkum!