[1] Tí at eg vil, at tit skulu vita, hvussu stórt stríð eg havi fyri tykkara skuld og teirra í Laodikeu og alra teirra, sum ikki hava sæð andlit mítt í holdinum,
[2] fyri at hjørtu teirra mega verða magnað, við tað at tey verða samanbundin í kærleika og vinna fram til allan ríkdómin í teirri fullvissu skynsemi, til kunnugleika um loyndardóm Guðs, tað er Krist,
[3] sum allir dýrgripir vísdómsins og kunnleikans eru fjaldir í.
[4] Hetta sigi eg, fyri at eingin skal reingja tykkum við lokkandi orðum;
[5] tí at um eg eri frástaddur í holdinum, eri eg kortini hjá tykkum í andanum, og eg eri glaður við at síggja tað góða lagið hjá tykkum og fastleikan í trúgv tykkara á Krist.
[6] Líkasum tit tí hava tikið ímót Kristi Jesusi, Harranum, soleiðis skulu tit liva í honum,
[7] í tí at tit eru rótfestir og verða uppbygdir í honum og verða staðfestir við trúnni, soleiðis sum tit vórðu lærdir, og fara fram við henni í takkargerð.
[8] Gevið tí gætur, at eingin skal vera til at hertaka tykkum við heimspeki og tómari villu samsvarandi mannafrásøgnum, samsvarandi heimsins barnalærdómi og ikki samsvarandi Kristi;
[9] tí at í honum býr øll fylling guddómsins likamliga;
[10] og tit eru fyltir í honum, hann sum er høvdið yvir øllum valdi og harradømi;
[11] í honum eru tit eisini umskornir við umskering, sum ikki er gjørd við hond, við úrlating úr holdslikaminum, við umskering Krists,
[12] av tí at tit vórðu grivnir við honum í dópinum, sum tit eisini vórðu uppreistir í saman við honum við trúnni á Guðs kraft, sum reisti hann upp frá deyðum.
[13] Eisini tykkum, sum vóru deyðir í misgerðum tykkara og í yvirhúð holds tykkara, gjørdi hann livandi saman við honum, við tað at hann fyrigav okkum allar misgerðir okkara,
[14] og strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin.
[15] Hann avvápnaði valdini og harradømini og sýndi tey opinberliga fram, tá ið hann vann sigur yvir teimum í honum.
[16] Latið tí ongan døma tykkum fyri mat ella drekka, ella hvat ið viðvíkur hátíðum ella nýmánum ella hvíludøgum;
[17] hetta er bert skuggi av tí, sum koma skuldi, men likamið er Krists.
[18] Latið ongan døma sigursprísin frá tykkum, sum hevur hugnað í eyðmýkt og eingladýrkan, við tað at hann fæst við sjónir sínar, er grundaleyst hástórur av sínum holdliga huga,
[19] og ikki heldur fast við høvdið, hann sum alt likamið veksur Guðs vøkstur út frá, útgjørt og samanbundið við liðum sínum og bondum.
[20] Eru tit deyðir við Kristi burtur frá barnalærdómi heimsins, hví lata tit tá, eins og livdu tit í heiminum, slík boð leggjast fyri tykkum:
[21] «Tak ikki, smakka ikki, nem ikki við!»
[22] – alt hetta er tó ætlað til at farast við at verða nýtt – samsvarandi mannaboðum og mannalærdómum?
[23] Hetta hevur væl orð fyri vísdóm við sjálvgjørdari dýrkan og eyðmýkt og eirindaloysi móti likaminum, ikki við nøkrum, sum er æru vert, eina til mettu fyri holdið.