[1] Paulus og Silvanus og Timoteus til kirkjuliðið av Tessalónikumonnum í Guði faðir og Harranum Jesusi Kristi. Náði veri við tykkum og friður!
[2] Vit takka altíð Guði fyri tykkum allar, tá ið vit minnast til tykkara í bønum okkara,
[3] við tað at vit fyri ásjón Guðs og faðirs várs javnt og samt minnast virksemi tykkara í trúnni og arbeiði tykkara í kærleikanum og áhaldni tykkara í vónini á váran harra Jesus Krist,
[4] av tí at vit vita, brøður, elskaðir av Guði, at tit eru útvaldir;
[5] tí at gleðiboðskapur okkara kom ikki til tykkara bert í orðum, men eisini í kraft og í heilagum anda og í miklari fullvissu, soleiðis sum tit jú vita, hvussu vit vóru tykkara millum fyri tykkara skuld.
[6] Og tit eru vorðnir eftirfylgjarar okkara og Harrans, tá ið tit tóku ímót orðinum við gleði í heilagum anda, tó at tit vóru í miklari trongd;
[7] so at tit eru vorðnir ein fyrimynd fyri øllum hinum trúgvandi í Makedóniu og í Akkeu.
[8] Tí at frá tykkum hevur orð Harrans ljómað ikki bert í Makedóniu og Akkeu, men allar staðir er trúgv tykkara á Guð komin út, so at tað ikki er okkum neyðugt at tala um tað;
[9] tí at teir siga sjálvir frá tí um okkum, hvørja inngongd vit fingu hjá tykkum, og hvussu tit vendu um til Guðs frá skurðgudunum, til tess at tæna livandi og sonnum Guði,
[10] og vænta son hansara frá himnunum, sum hann reisti upp frá deyðum, Jesus, sum frelsir okkum frá hini komandi vreiðini.