Skip to content
Opens in a new window
Listen to this chapter • 2:24

[1] Paulus og Silvanus og Timoteus til kirkjuliðið av Tessalónikumonnum í Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi:

[2] Náði veri við tykkum og friður frá Guði, faðir várum, og Harranum Jesusi Kristi!

[3] Tað er skylda okkara, brøður, at takka Guði altíð fyri tykkum, soleiðis sum sámiligt er; tí at trúgv tykkara tekur til í stórum og kærleikin tykkara millum økist hjá hvørjum einstøkum av tykkum øllum,

[4] so at vit sjálvir rósa okkum av tykkum í kirkjuliðum Guðs fyri tolmóð tykkara og trúgv í øllum atsóknum tykkara og teimum trongdum, sum tit tola –

[5] – eitt merki um Guðs rættvísa dóm, – fyri at tit skulu verða hildnir verdigir til Guðs ríki, sum tit eisini líða fyri,

[6] so satt sum tað er rætt hjá Guði at geva teimum trongd afturfyri, sum treingja tykkum,

[7] og geva tykkum, sum verða trongdir, hvíld saman við okkum, tá ið Harrin Jesus verður opinberaður av himni við einglum veldisins,

[8] í logandi eldi, tá ið hann letur hevnd koma yvir teir, sum ikki kenna Guð, og yvir teir, sum ikki eru lýdnir móti gleðiboðskapinum um váran harra, Jesus,

[9] teir, sum skulu líða revsing, æviga glatan burtur frá ásjón Harrans og burtur frá dýrd veldis hansara,

[10] tá ið hann kemur á tí degi til at sýna seg dýrmætan í sínum heilagu og undursaman í øllum teimum, sum trúð hava; tí at vitnisburði okkara til tykkara hevur verið trúð.

[11] Av teirri orsøk biðja vit eisini altíð fyri tykkum, at Guð okkara má halda tykkum kallinum verdigar og við kraft fullkoma allan hug at tí, sum gott er, og virksemi í trúgv,

[12] fyri at várs harra Jesu navn má verða dýrmett í tykkum og tit í honum eftir náði Guðs várs og Harrans Jesu Krists.

Seinna bræv Paulusar ápostuls til Tessalónikumanna — Chapters