[1] Men um tíðir og tímar, brøður, er tykkum ikki tørvur á, at skrivað verður til tykkara;
[2] tí at sjálvir vita tit gjølla, at Harrans dagur kemur sum tjóvur á nátt.
[3] Tá ið menn siga: «Friður og eingin fári!» tá kemur bráður undirgangur á teir, eins og verkir á barnakonu, og teir skulu als ikki komast undan.
[4] Men tit, brøður, eru ikki í myrkri, so at dagurin skuldi komið á tykkum sum tjóvur.
[5] Tí at allir eru tit børn ljósins og børn dagsins, vit eru ikki børn náttarinnar ella myrkursins.
[6] Latum okkum tí ikki sova eins og hini, men latum okkum vaka og vera ódruknir!
[7] Tí at tey, sum sova, sova um náttina, og tey, sum drekka seg drukkin, eru drukkin um náttina.
[8] Men vit, sum hoyra deginum til, skulu vera ódruknir, klæddir í trúar og kærleiks brynju og frelsunnar vón sum hjálm.
[9] Tí at ikki hevur Guð ætlað okkum til vreiði, men at ognast frelsu við harra várum Jesusi Kristi,
[10] sum doyði fyri okkum, fyri at vit, annaðhvørt vit vaka ella vit sova, skulu liva saman við honum.
[11] Áminnið tí hvør annan og uppbyggið hvør annan, soleiðis sum tit eisini gera!
[12] Men vit biðja tykkum, brøður, um at kennast við teir, sum arbeiða tykkara millum og eru fyristøðumenn tykkara í Harranum og áminna tykkum,
[13] og at hava teir í serliga miklum metum í kærleika fyri gerning teirra. Haldið frið tykkara millum!
[14] Og vit leggja tykkum tað í sinni: Áminnið tey óflýggjaligu, uggið tey mótlítlu, hjálpið teimum veiku, havið tol við øll!
[15] Gevið gætur, at eingin lønar nøkrum ilt aftur við illum; men roynið altíð at gera tað góða, bæði hvør móti øðrum og móti øllum!
[16] Verið altíð glaðir!
[17] Biðið uttan íhald!
[18] Takkið í øllum førum! Tí at hetta er vilji Guðs í Kristi Jesusi til tykkara.
[19] Sløkkið ikki andan!
[20] Vanmetið ikki profetaorð!
[21] Roynið alt, haldið fast á tí, sum gott er!
[22] Haldið tykkum frá tí illa av øllum slagi!
[23] Men sjálvur Guð friðarins halgi tykkum til fulnar, og gævi, at andi tykkara og sál og likam mega verða varðveitt í heilum líki, ólastandi við komu várs harra Jesu Krists!
[24] Trúfastur er tann, sum kallaði tykkum, og hann skal eisini gera tað.
[25] Brøður, biðið fyri okkum!
[26] Heilsið øllum brøðrunum við heilagum kossi!
[27] Eg leggi tykkum við Harranum dýran við, at tit lata brævið verða lisið upp fyri øllum brøðrunum.
[28] Náði várs harra Jesu Krists veri við tykkum!