[1] Men vit kunngera tykkum, brøður, ta náði Guðs, sum er givin í kirkjuliðunum í Makedóniu,
[2] at tó at tey vórðu nógv roynd í trongd, hevur gleði-ríkdómur teirra og hin djúpi fátækdómur teirra flotið yvir í gávumildi-ríkidømi teirra.
[3] Tí at eftir førimuni, tað vitni eg, ja, út um førimun góvu tey av egnum ávum,
[4] so at tey bønaðu og bóðu okkum um ta náði at sleppa upp í part við okkum um hjálpina til hini heilagu;
[5] og tey góvu ikki bert soleiðis sum vit høvdu vónað, men seg sjálv góvu tey fyrst og fremst til Harrans og síðan til okkara við Guðs vilja,
[6] so at vit bóðu Titus um, at líkasum hann áður hevði byrjað, soleiðis skuldi hann við fullenda hjá tykkum eisini hesa kærleiksgávu.
[7] Men eins og tit í øllum lutum eru ríkir, í trúgv og talu og kunnleika, og í øllum áhuga og í kærleika tykkara til okkara, soleiðis skulu tit eisini vera ríkir í hesi kærleiksgávu.
[8] Eg sigi hetta ikki sum eitt boð, men fyri at royna dygdina í kærleika tykkara við áhuganum hjá øðrum.
[9] Tí at tit kenna náði várs harra Jesu Krists, at hann fyri tykkara skuld gjørdist fátækur, tá ið hann var ríkur, fyri at tit við fátækt hansara skuldu verða ríkir.
[10] Og eg sigi meining mína í hesum máli; tí at tað er tykkum at gagni, tit, sum longu síðan í fjør vóru teir fyrstu at leggja fyri ikki bert í verki, men eisini í vilja.
[11] Men fullførið nú eisini verkið, fyri at fullendingin, eins og hugurin til at vilja, má vera eftir førimuni.
[12] Tí at um viljin er góður, tá er hann væl toknaður eftir tí, sum hann hevur til, ikki eftir tí, sum hann ikki hevur til.
[13] Ikki so at skilja, at aðrir skulu fáa ein lætta, og tit eina byrði; men at tað skal vera javni. Nú um stund bøtir yvirflóð tykkara um trotið hjá hinum,
[14] fyri at eisini yvirflóðin hjá hinum kann bøta um trot tykkara, so at tað fer at vera javni;
[15] soleiðis sum skrivað stendur: «Tann, sum mikið savnaði, fekk ikki ovmikið, og tann, sum lítið savnaði, hjá honum treyt ikki.»
[16] Men tøkk veri Guði, sum vakti henda sama íðinskap fyri tykkum í hjarta Titusar!
[17] Tí at væl fekk hann studling frá mær, men hann er sjálvur so hugaður, at hann fer avstað til tykkara sjálvkravdur.
[18] Og saman við honum senda vit tann bróðurin, sum er gitin í øllum kirkjuliðunum fyri arbeiði sítt í gleðiboðskapinum.
[19] Og ikki bert tað, men hann er eisini av kirkjuliðunum útvaldur til at vera í ferðini við okkum við hesi kærleiksgávu, sum vit hava umsjón við, til at fremja Harrans egnu dýrd og fúsleika okkara,
[20] við tað at vit vilja vara okkum fyri, at nakar skal lasta atferð okkara viðvíkjandi hesi ríku gávu, sum vit hava umsjón við.
[21] Tí at hugur okkara stendur til tað, sum gott er, ikki bert í Harrans eygum, men eisini í manna eygum.
[22] Og vit senda saman við teimum bróður okkara, sum vit ofta í mongum førum hava roynt sum ein ídnan mann, men nú so nógv ídnari vegna sítt mikla treyst til tykkara.
[23] Hvat ið nú Titusi viðvíkur, tá er hann felagi mín og starvsbróðir hjá tykkum, ella brøðrum okkara viðvíkur, tá eru teir sendimenn frá kirkjuliðunum, æra Krists.
[24] Sýnið teimum tá, fyri eygunum á kirkjuliðunum, prógvið um kærleika tykkara og um rós okkara av tykkum!