[1] Men eg sjálvur, Paulus, áminni tykkum við spakføri og mildi Krists, eg, sum «upp í eyguni eri eyðmjúkur, tá ið eg eri hjá tykkum, men frástaddur eri djarvur ímót tykkum.»
[2] Eg biði um, at eg, tá ið eg verði hjástaddur, má sleppa frá at vera djarvur við tí treysti, sum eg ætli mær at halda ímót summum við, teimum, sum halda um okkum, at vit fara fram samsvarandi holdinum.
[3] Tí at um vit liva í holdinum, tá stríðast vit tó ikki samsvarandi holdinum;
[4] tí at stríðsvápn okkara eru ikki holdlig, men máttug fyri Guði til at bróta niður vígvirki,
[5] við tað at vit bróta niður hugborgir og eitt og hvørt hálæti, sum reisir seg ímót kunnleikanum um Guð, og hertaka eins og hvørja hugsan til lýdni ímót Kristi,
[6] og eru albúnir til at revsa eitt og hvørt ólýdni, tá ið lýdni tykkara er vorðið fullkomið.
[7] Lítið at tí, sum er beint fyri eygunum! Um einhvør heldur seg vísan í tí, at hann sjálvur hoyrir Kristi til, tá hugsi hann tað aftur frá sær sjálvum, at líkasum hann hoyrir Kristi til, soleiðis eisini vit.
[8] Tí at um so var, at eg vildi rósa mær í meira lagi av valdi okkara, sum Harrin hevur givið okkum til at uppbyggja og ikki til at niðurbróta tykkum, tá skuldi eg tó ikki verða til skammar,
[9] fyri at tað ikki skal tykjast, sum at eg vildi ræða tykkum við brævunum, –
[10] tí at brævini, siga tey, eru tung og strong, men likamliga nærvera hansara er veik, og talu hansara leggur eingin í.
[11] Tann, sum slíkt sigur, skal hugsa tað, at slíkir sum vit eru í orði, í brævum, frástaddir, teir somu eru vit eisini í verki, hjástaddir.
[12] Tí at vit vága ikki at telja okkum millum teirra ella at meta okkum saman við summar av teimum, sum geva sær sjálvum viðmæli; nei, tá ið hinir mála seg við seg sjálvar og meta seg við seg sjálvar, tá eru teir fávitskutir.
[13] Men vit vilja ikki rósa okkum út um mark, men innan fyri markið, tað lopið, sum Guð hevur tilskilað okkum sum mark: at koma alla leiðina fram líka til tykkara.
[14] Tí at vit toyggja okkum ikki ov langt fram, sum at vit ikki høvdu vunnið fram til tykkara, – tí at vit eru jú komnir alla leiðina líka til tykkara við gleðiboðskapinum um Krist,
[15] so at vit ikki rósa okkum út um mark av arbeiðinum hjá øðrum, men vit hava ta vón, at so hvørt sum trúgv tykkara veksur, skulu vit verða stórir hjá tykkum, ja, alstórir, viðvíkjandi lopi okkara,
[16] so at vit kunnu boða gleðiboðskapin hinumegin tykkum, og ikki rósa okkum av lopinum hjá øðrum viðvíkjandi tí, sum longu er gjørt liðugt.
[17] Nei, tann, sum rósar sær, hann rósi sær í Harranum!
[18] Tí at fulltikin er ikki tann, sum gevur sær sjálvum viðmæli, men tann sum Harrin gevur viðmæli.