[1] Fara vit nú aftur at geva okkum sjálvum viðmæli? Ella tørvar okkum, eins og summum, at hava viðmælisbræv til tykkara ella frá tykkum?
[2] Tit eru bræv okkara, innskrivað í hjørtu okkara, kent og lisið av øllum menniskjum,
[3] tí at tað er eyðsæð, at tit eru bræv Krists, fingið í lag av okkum, skrivað ikki við blekki, men við anda hins livandi Guðs, ikki á steintalvur, men á hjartatalvur av kjøti.
[4] Men slíkt álit hava vit til Guðs fyri Krists skuld;
[5] ikki so, at vit av okkum sjálvum eru dúgligir til at hugsa nakað upp sum av okkum sjálvum, men dugnaskapur okkara er frá Guði,
[6] honum, sum eisini gjørdi okkum dúgligar til at vera tænarar fyri nýggjum sáttmála, ikki bókstavs, men anda; tí at bókstavurin drepur, men andin lívgar.
[7] Men tá ið tænasta deyðans, sum við bókstøvum var innhøgd í steinar, kom fram í dýrd, so at Ísraelsmenn ikki toldu at líta at andliti Mósesar fyri ljómanum í andliti hansara, sum tó hvarv burtur,
[8] hvussu mikið meira má tá ikki tænasta andans vera í dýrd?
[9] Tí at hevði fordømingartænastan dýrd, tá er rættvísitænastan enn mikið meira rík í dýrd.
[10] Tí at sjálvt hitt dýrdríka er í hesum luti tó ikki dýrdríkt í samanburði við hin ovurstóra dýrdleika.
[11] Tí at tá ið tað, sum hvørvur burtur, kom fram í dýrd, tá skal mikið meira tað, sum varir við, vera í dýrd.
[12] Við tað at vit nú hava slíka vón, tá halda vit fram við miklum treysti,
[13] og gera ikki eins og Móses, sum legði eitt skýli yvir andlit sítt, fyri at Ísraelsmenn ikki skuldu líta at, at tað, sum hvarv burtur, fekk enda.
[14] Men hugur teirra varð forherðaður; tí at líka til dagin í dag liggur sama skýlið yvir upplestrinum av hinum gamla sáttmálanum og verður ikki tikið burturav; tí at eina í Kristi fer tað burtur.
[15] Ja, líka til dagin í dag liggur eitt skýli yvir hjørtum teirra, tá ið Móses verður lisin upp.
[16] Men tá ið teir venda um til Harrans, verður skýlið tikið burtur.
[17] Men Harrin er andin; men har sum andi Harrans er, har er frælsi.
[18] Men vit allir, sum við óskýldum andliti avspegla dýrd Harrans, vit verða ummyndaðir til hina somu mynd frá dýrdleika til dýrdleika, við tað at tað kemur frá harra andans.