Skip to content
zeno
Create a Station
Explore
Podcasts
Audiobooks
Bible
By Genre
By Location
By Language
Religious
Music
News
Download App
Opens in a new window
Toggle Sidebar
zeno
Kringvarp Føroya
Leitisstein
News
Faroese
Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki fríggjadagar klokkan 13, og so verður sendingin endursend týskvøld klokkan 21.
Website
Episodes
Episodes
50
06 November 2026
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
Benjamin Rajani leitar eftir sínari viðarlund í LEITISSTEIN í sambandi við útgávuna av nýggju plátuni hjá sær, "Onkustaðni er ein viðarlund".
1 h 59 min
30 October 2026
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
"Eg komi úr einum heimi við nógvum tónleiki," staðfestir Eva Berghamar, oddakvinna danska indie-poppbólkinum Kayak, sum er í holt við at leggja Danmark fyri sínar føtur. Og tað kann spurnartekin ikki setast við. Abbi Evu er hin navnframi Øssur Berghamar, ið flestir føroyingar kenna frá hansara virksemi í Kristnastovu á Amager, meðan pápi hennara er Andrew Berghamar, sum er prestur í Skovlund...
1 h 58 min
24 October 2026
LEITISSTEIN 23.10.26
Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur frá Leon Bridges, Interpol, Fontaines DC, The War On Drugs og mongum øðrum er at hoyra í fyrstu SOLO-sendingini eftir summarsteðgin. Lurtið!
1 h 59 min
16 October 2026
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
Óli Joensen, Hendrik Jacobsen og Dan Eyðun Karbech Saxov úr indiepopp/rokk-bólkinum Telemana eru gestir í sendingini í sambandi við, at Telemama í summar útgav sína sjálvnevndu debutplátu. Jákup Holm Johannesen er fjórði limurin í bólkinum, meðan Ørvur Argenziano Hentze og Sjúrður Zachariasson eru heiðurslimir. Telemama varð stovnaður í desember 2020 og fekk sítt veruliga brot til...
1 h 57 min
09 October 2026
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
Nørdarí í heimsflokki, tá elektroniski tónlistamaðurin Janus Rasmussen er gestur sendingini. Janus er hin helvtin av føroyska superbólkinum BYRTA, ið hann hevur saman við Guðrið Hansdóttir. Men tá Janus Rasmussen ikki ognartekur heimliga tónleikapallin saman við BYRTA, so er ferðast hann runt til heimsins størstu elektronisku tónleikapallar at framføra - antin einsamallur ella saman við íslendska...
1 h 59 min
02 October 2026
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
Lea Eyðbjørg Janusardóttir Trúgvason er hálvur hósvíkingur, men fult og heilt ein komandi stjørna á danska tónleikapallinum. Hennara tónleikur verður longu tráðspældur í donskum útvarpi, men tað er ikki fyrr enn nú, at hon útgevur sína debutplátu, "på en måde er det rart". Lea Eyðbjørg er gestur í sendingini.
1 h 59 min
25 September 2026
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
Benjamin Djurhuus er gestur í sendingini í sambandi við, at hann í summar útgav sína debutplátu "öð [øh]" við ljóðføristónleiki.
2 h 0 min
18 September 2026
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
Tá fyrsta umfar av Hoydalar bleiv sent, so var ein stjørna við í sendingini, ið fólk ongantíð sóu. Regin Guttesen. Regin hevur nevniliga skrivað tvey av hittunum, sum blivur framførd, tá hansara mentor, MC Restorff, var stjørnan. "Saman við tær" og "Ein glotti fyri framman". Regin, sum í dag er búsitandi í Italia, har hann virkar sum trúboðari, er gestur í sendingini.
1 h 59 min
11 September 2026
LEITISSTEIN 11.09.2026 (Silvurdrongur)
Tikið verður ofta til, at tala er silvur, men tøgnin er gull. Men Silvurdrongur, Trygvi Danielsen, hevur tagt nóg leingi nú, heldur hann sjálvur. Á nýggju fløguni "Bønir" tekur Silvurdrongur av álvara blaðið frá munninum og sigur sína hjartans meining um støðuna í heiminum í dag.
1 h 59 min
04 September 2026
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
21 ára gamla Fríða Saiya hevur beina kós móti donsku popptindunum eftir útgávuna av sínari fyrstu EP. Hóast hon er uppvaksin í Keypmannahavn, og í høvuðsheitum syngur á donskum, so tosar hon flótandi føroyskt og er føroysk frá innast til uttast. Fríða er doypt Fríða Vágsheyg Sigurðsson, og er dóttir Birgir Sigurðsson, sum er kendur úr andaliga rokkbólkinum I Am, og Honnu Vágsheyg. Bæði foreldrini...
1 h 56 min