About
Óli Joensen, Hendrik Jacobsen og Dan Eyðun Karbech Saxov úr indiepopp/rokk-bólkinum Telemana eru gestir í sendingini í sambandi við, at Telemama í summar útgav sína sjálvnevndu debutplátu. Jákup Holm Johannesen er fjórði limurin í bólkinum, meðan Ørvur Argenziano Hentze og Sjúrður Zachariasson eru heiðurslimir. Telemama varð stovnaður í desember 2020 og fekk sítt veruliga brot til tónleikakappingina Sement í 2021. Teir royna ikki at fjala útuyvir, at teir spæla tónleik við íblástri frá bólkum sum The Strokes og ikki minst Arctic Monkeys.