Skip to content
Opens in a new window
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
30 October 2026

LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)

Leitisstein

About
"Eg komi úr einum heimi við nógvum tónleiki," staðfestir Eva Berghamar, oddakvinna danska indie-poppbólkinum Kayak, sum er í holt við at leggja Danmark fyri sínar føtur. Og tað kann spurnartekin ikki setast við. Abbi Evu er hin navnframi Øssur Berghamar, ið flestir føroyingar kenna frá hansara virksemi í Kristnastovu á Amager, meðan pápi hennara er Andrew Berghamar, sum er prestur í Skovlund fríkirkjuni í Ballerup, sum millum annað hevur skrivað framúrskarandi sangin "Beauty" hjá Salt. Higartil hevur Kayak útgivið tvær EP'ir. "Ind i solen", sum kom út í ár, og "Under øjenlåg", sum kom út í fjør. Báðar EP'irnar vera spældar í sendingini, meðan prátað verður við Evu Berghamar um hennara tónlistaliga yrki.