[1] Hin elsti til hin elskaða Gajus, sum eg elski í sannleika.
[2] Elskaði mín, eg ynski, at tað í øllum lutum má vita tær væl við, og at tú mást hava heilsuna, líkasum tað veit sál tíni væl við.
[3] Tí at eg varð ógvuliga glaður, tá ið tað komu brøður og vitnaðu um tann sannleika, sum er í tær, hvussu tú fert at í sannleikanum.
[4] Eg havi onga størri gleði enn hesa, at eg hoyri, at børn míni ganga fram í sannleikanum.
[5] Elskaði mín, tú gert eina trúfasta gerð í øllum tí, sum tú virkar fyri brøðurnar, og tað fyri ókunnigar menn;
[6] og teir hava vitnað fyri kirkjufólkinum um kærleika tín; og tú gert væl í at fremja ferð teirra, soleiðis sum tað er sámiligt fyri Guði;
[7] tí at tað er fyri navnsins skuld, at teir eru farnir út, uttan at taka ímót nøkrum frá heidningunum.
[8] Av teirri grund eiga vit at taka okkum av slíkum monnum, fyri at vit kunnu verða arbeiðisfelagar fyri sannleikanum.
[9] Eg havi skrivað nakað til kirkjufólkið; men Diotrefes, sum fegin vil vera fremstur millum teirra, vil ikki taka ímót okkum.
[10] Av teirri grund ætli eg, tá ið eg komi, at minna á teir gerningar, sum hann ger, við tað at hann baktalar okkum við illum orðum; og ikki nøgdur við hetta, tekur hann ikki sjálvur ímót brøðrunum, og teimum, sum vilja gera tað, forðar hann og koyrir tey út úr kirkjuliðinum.
[11] Elskaði mín, tak tú ikki eftir tí, sum ilt er, men eftir tí, sum gott er. Tann, ið ger gott, er av Guði; men tann, ið ilt ger, hevur ikki sæð Guð.
[12] Demetrius hevur góðan vitnisburð av øllum og av sannleikanum sjálvum; eisini vit geva honum góðan vitnisburð, og tú veitst, at vitnisburður okkara er sannur.
[13] Eg hevði nógv at skriva til tín, men eg vil ikki skriva til tín við blekki og penni.
[14] Men eg vóni skjótt at síggja teg, og tá skulu vit munnliga tala saman.
[15] Friður veri við tær. Vinirnir lata heilsa tær. Heilsa tú vinunum, hvørjum einsæris.