[1] Hin elsti til hina útvaldu frú og børn hennara, sum eg elski í sannleika, og ikki eg einsamallur, men eisini øll, sum hava ásannað sannleikan,
[2] fyri sannleikans skuld, sum verður verandi í okkum og skal verða hjá okkum allar ævir.
[3] Náði, miskunn og friður frá Guði faðir og frá Jesusi Kristi, syni faðirsins, skal vera við okkum í sannleika og kærleika.
[4] Eg havi verið ógvuliga fegin um, at eg havi hitt nøkur av børnum tínum, sum liva í sannleika, samsvarandi tí boði, sum vit fingu frá faðirinum.
[5] Og nú biði eg teg, frú, ikki so sum eg skrivaði eitt nýtt boð til tín, men heldur tað, sum vit høvdu frá upphavi, at vit skulu elska hvør annan.
[6] Og hetta er kærleikin, at vit gera eftir boði hansara. Hetta er boðið, soleiðis sum tit hava hoyrt tað frá upphavi, at tit skulu halda tykkum eftir tí.
[7] Tí at mangir villleiðarar eru farnir út í heimin, sum ikki kennast við, at Jesus Kristus er komin í holdi. Ein slíkur maður er villleiðarin og Antikristus.
[8] Verið varin um tykkum sjálv, at tit ikki skulu missa tað, sum vit hava avrikað, men at tit mega fáa fulla løn.
[9] Ein og hvør, sum víkur frá og ikki er støðufastur í læru Krists, hann hevur ikki Guð. Tann, sum er støðufastur í læruni, hann hevur bæði faðirin og sonin.
[10] Um einhvør kemur til tykkara, og ikki kemur við hesi læruni, tá skulu tit ikki geva honum hús og ikki biðja hann vera vælkomnan.
[11] Tí at tann, sum biður hann vera vælkomnan, kemur upp í part við honum í hansara illu gerningum.
[12] Tó at eg havi nógv at skriva til tykkara, vil eg ikki gera tað við pappíri og blekki; men eg vóni at koma til tykkara og tala munnliga við tykkum, fyri at gleði okkara má verða fullkomin.
[13] Børnini hjá systur tíni, hini útvaldu, lata heilsa tær.