[1] Hinum elstu tykkara millum áminni eg sum samelsti og vitni um líðingar Krists, sum eisini skal fáa lut í teirri dýrd, sum skal verða opinberað.
[2] Røktið tað Guðs fylgið, sum er hjá tykkum og havið umsjón við tí, ikki treyðir, men hugaligir, eftir Guðs vilja; heldur ikki fyri ósømiligan vinning, men av góðum huga;
[3] ikki heldur soleiðis, at tit vilja ráða yvir kirkjuliðunum, men soleiðis, at tit verða fyrimynd fyri fylginum;
[4] og tá skulu tit, tá ið yvirhirðin verður opinberaður, fáa hin ófølnandi krans dýrdarinnar.
[5] Somuleiðis tit ungu, verið teimum eldru undirbrotlig; og klæðist øll í lítillæti hvør móti øðrum, tí at Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veitir hann náði.
[6] Eyðmýkið tykkum tí undir Guðs veldigu hond, fyri at hann á sínum tíma má upphevja tykkum.
[7] Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum.
[8] Verið ódruknir, vakið! Mótstøðumaður tykkara, djevulin, gongur um sum ein ýlandi leyva, leitandi eftir tí, sum hann kann gloypa.
[9] Standið honum ímót, treystir í trúnni, við tað at tit vita, at tær somu líðingar henda brøður tykkara um allan heimin.
[10] Men Guð alrar náðar, sum kallaði tykkum til sína ævigu dýrd í Kristi Jesusi, aftan á líðing eina stutta tíð, hann skal sjálvur gera tykkum fulldugandi, menna, styrkja, grundfesta tykkum.
[11] Hansara er mátturin um aldur og allar ævir. Amen.
[12] Við Silvanusi, hinum trúfasta bróður, – tí at tað haldi eg hann vera – havi eg skrivað stutt til tykkara fyri at minna á og vitna, at hetta er Guðs sanna náði, sum tit standa í.
[13] Hin samútvalda (t.e. systurkirkjan) í Bábylon heilsar tykkum og líkaleiðis Markus, sonur mín.
[14] Heilsið hvør øðrum við kærleiks kossi. Friður veri við tykkum øllum, sum eru í Kristi!