[1] Við tað at nú Kristus hevur liðið í holdinum, tá vápnið eisini tit tykkum við tí sama sinnalagi, tí at tann, sum hevur liðið í holdinum, er hildin uppat við synd;
[2] so at tit ikki longur skulu liva ta tíðina, sum eftir er, í holdinum eftir mannagirndum, men eftir Guðs vilja.
[3] Tí at tað er nóg mikið í teirri tíðini, sum farin er, at hava gjørt heidninganna vilja, tá ið tit livdu í ósiðum, girndum, fyllskapi, óhógvi, drykkjuskapi og skammiligari skurðgudadýrkan;
[4] og tess vegna undrast teir á, at tit ikki leypa við teimum út í hitt sama skammloysis díkið, og teir spotta;
[5] men teir skulu gera roknskap fyri honum, sum er búgvin at døma livandi og deyð.
[6] Tí at til tess var gleðiboðskapurin boðaður eisini fyri deyðum, fyri at tey væl skulu verða dømd á manna vísi í holdi, men liva á Guðs vísi í anda.
[7] Men endin á øllum lutum er í nánd; verið tí vaknir og ódruknir til bønir!
[8] Fram um alt havið inniligan kærleika hvør til annan; tí at kærleiki fjalir fjøld av syndum;
[9] verið gestablíðir hvør móti øðrum uttan meinskan.
[10] Eftir sum ein og hvør hevur fingið eina náðigávu, so tænið hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir Guðs margfaldu náði.
[11] Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð; um einhvør hevur eina tænastu, tá tæni hann eftir teirri megi, sum Guð gevur, til tess at Guð má verða æraður í øllum lutum fyri Jesus Krist; hansara er dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir. Amen.
[12] Elskaðu tit! Undrist ikki á tann eldin, sum er komin millum tykkara til roynslu tykkara, sum at tykkum hendi nakað undarligt;
[13] men tit skulu heldur gleða tykkum í sama muni, sum tit hava lut í líðingum Krists, fyri at tit eisini kunnu gleðast og fegnast við hansara dýrdar opinbering.
[14] Um tit verða háðaðir fyri Krists navns skuld, tá eru tit sælir, tí at andi dýrdarinnar og andi Guðs hvílir yvir tykkum.
[15] Tí at eingin av tykkum má líða sum manndrápari ella tjóvur ella illgerðarmaður ella sum ein, ið fer upp í tað, sum øðrum kemur við.
[16] Men um hann líður, av tí at hann er kristin maður, tá skal hann ikki skammast, men heldur prísa Guði fyri hetta navnið.
[17] Tí at nú er tíðin komin, til at dómurin skal byrja við Guðs húsi; men byrjar hann fyrst við okkum, hvat fer tá endin at verða á teimum, sum eru ólýðin móti gleðiboðskapi Guðs?
[18] Og um tað er við ítastu neyð, at hin rættvísi verður bjargaður, hvat man tá fara at verða úr hinum gudleysa og syndaranum?
[19] Tí skulu eisini tey, sum líða eftir Guðs vilja, líta sálir sínar til hin trúfasta skaparan, meðan tey halda fram við at gera tað, sum gott er.