[1] Elskaðu tit, trúgvið ikki einum og hvørjum anda, men roynið andarnar, um teir eru av Guði; tí at mangir svikaprofetar eru farnir út í heimin.
[2] Av hesum kenna tit Guðs anda: Ein og hvør andi, sum viðkennir sær, at Jesus Kristus er komin í holdi, er frá Guði.
[3] Og ein og hvør andi, sum ikki viðkennir sær Jesus, er ikki frá Guði; og hetta er Antikrists andi, sum tit hava hoyrt um, at hann kemur, og hann er longu nú í heiminum.
[4] Børn míni, tit eru av Guði og hava vunnið á teimum; tí at tann, sum er í tykkum, er størri enn tann, sum er í heiminum.
[5] Teir eru av heiminum; tí tala teir av heiminum og heimurin hoyrir teir.
[6] Vit eru av Guði; tann, sum kennir Guð, hoyrir okkum; tann, sum ikki er av Guði, hoyrir okkum ikki. Av hesum kenna vit sannleikans anda og villunnar anda.
[7] Elskaðu tit, latum okkum elska hvør annan, tí at kærleikin er av Guði; og ein og hvør, sum elskar, er føddur av Guði og kennir Guð.
[8] Tann, sum ikki elskar, kennir ikki Guð, tí at Guð er kærleiki.
[9] Í hesum varð Guðs kærleiki opinberaður okkara millum, at Guð hevur sent son sín, hin einborna, í heimin, fyri at vit skulu liva við hann.
[10] Í hesum er kærleikin: Ikki at vit elskaðu Guð, men at hann elskaði okkum og sendi son sín til at vera bót fyri syndir okkara.
[11] Elskaðu tit, hevur Guð soleiðis elskað okkum, tá eiga vit eisini at elska hvør annan.
[12] Eingin hevur á nøkrum sinni sæð Guð; um vit elska hvør annan, tá verður Guð verandi í okkum, og kærleiki hansara er fullkomin í okkum.
[13] Av hesum kenna vit, at vit verða verandi í honum og hann í okkum, at hann hevur givið okkum av sínum anda.
[14] Og vit hava sæð og vit vitna, at faðirin hevur sent sonin til at vera frelsari heimsins.
[15] Tann, sum viðkennir sær, at Jesus er Guðs sonur, í honum verður Guð verandi, og hann í Guði.
[16] Og vit hava ásannað og trúð tí kærleika, sum Guð hevur til okkara. Guð er kærleiki, og tann, sum verður verandi í kærleikanum, verður verandi í Guði og Guð í honum.
[17] Í hesum er kærleikin vorðin fullkomin hjá okkum, at vit hava frímóð á dómadegi; tí at, eins og hann er, soleiðis eru eisini vit í hesum heimi.
[18] Ótti er ikki í kærleikanum, men hin fullkomni kærleikin rekur út óttan; tí at ótti hevur í sær revsing; men tann, sum óttast, er ikki fullkomin í kærleikanum.
[19] Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst.
[20] Um einhvør sigur: <<Eg elski Guð,>> og hann hatar bróður sín, hann er lygnari; tí at tann, sum ikki elskar bróður sín, sum hann hevur sæð, hvussu kann hann elska Guð, sum hann ikki hevur sæð?
[21] Og hetta boðið hava vit frá honum, at tann, sum elskar Guð, eigur eisini at elska bróður sín.