[1] Tað, sum var frá upphavi, tað, sum vit hava hoyrt, tað, sum vit hava sæð við eygum okkara, tað, sum vit skoðaðu og hendur okkara numu við, tað er lívsins orð; –
[2] og lívið varð opinberað, og vit hava sæð og vitna og boða tykkum hitt æviga lívið, sum var hjá faðirinum og varð opinberað okkum; –
[3] tað, sum vit hava sæð og hoyrt, boða vit eisini tykkum, fyri at eisini tit mega hava samfelag við okkum; men samfelag okkara er við faðirin og við son hansara Jesus Krist.
[4] Og hetta skriva vit til tykkara, fyri at gleði tykkara má verða fullkomin.
[5] Og hetta er tann boðskapur, sum vit hava hoyrt av honum og boða tykkum, at Guð er ljós og at myrkur als ikki er í honum.
[6] Um vit siga, at vit hava samfelag við hann, og ganga í myrkrinum, tá ljúgva vit og gera ikki sannleikan.
[7] Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.
[8] Um vit siga, at vit ikki hava synd, tá svíkja vit okkum sjálv, og sannleikin er ikki í okkum.
[9] Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.
[10] Um vit siga, at vit ikki hava syndað, tá gera vit hann til lygnara, og orð hansara eru ikki í okkum.