Breddin: Z-ættarliðið mótmælir
17 October 2025

Breddin: Z-ættarliðið mótmælir

Breddin

About
Tey eru ung, tey eru vaksin upp við sosialum miðlum - og nú hava summi av teimum fingið nokk.

Í fleiri londum eru uppreitstrar sprotnir úr ungdóminum, sum krevur eitt rættvíst samfelag uttan korruptión.

Frá Nepal til Bangladesh, frá Peru til Madagaskar, síggja vit nú eina rørslu, har Z-ættarliðið - tey, sum eru fødd millum 1995 og 2010 - krevja broytingar.

Tey krevja rættvísi og tey vilja hava eina bjartari framtíð.

Men hvat fær hesi ungu til at fara út á gøturnar og seta lív og heilsu í váða í stríðnum móti mutri og ójavna?

Hví nýtir Z-ættarliðið sosialar miðlar sum vápn í mótmælunum - og hví er eitt sermerkt sjórænaraflagg vorðið eitt altjóða súmbol fyri frælsi og uppreistur?

Og hví er hendan rørslan vorðin eitt altjóða fyribrigdi?

Í Breddanum hoyra vit um fleiri dømir um lond har at ein uppreistur er vaknaður í ungdóminum.

Í Nepal eydnaðist tað at koppa stjórnini í síðsta mánað.


Í Breddanum tosa vit við Tommy Petersen, sum hevur búð í Nepal í 3 ár og Firouz Gaini, sum er PhD og professari í antropologi.