Skip to content
zeno
Create a Station
Explore
Podcasts
Audiobooks
Bible
By Genre
By Location
By Language
Religious
Music
News
Download App
Opens in a new window
Toggle Sidebar
zeno
Kringvarp Føroya
Breddin
News
Faroese
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Website
Episodes
Episodes
50
10 November 2026
Breddin: Málið um Bakkafrost
67 milliónir krónur. So stóra bót helt Heilsufrøðiliga starvsstovan í 2021, at Bakkafrost skuldi fáa fyri lógarbrot. Men fimm ár seinni er støðan ein heilt onnur. Fyrst vórðu partar av málinum sleptir og kravið minkað niður í eina millión krónur, og nú hevur Føroya rættur staðfest, at málið er fyrnt. Tað merkir, at rætturin ikki hevur tikið støðu til, um Bakkafrost hevur brotið lógina. Men hetta...
36 min
06 November 2026
Breddin: Fríhandilsavtalur við Suðurkorea og Kina
Arbeitt verður við at fáa fríhandilsavtalur í lag við Suðurkorea og Kina, og Brasil er eisini í kikaranum.Fyri uppsjóvarvinnuna er tað kanska serliga Suðurkorea, sum er mest áhugavert.Har búgva umleið 52 milliónir fólk, og tey eta nógvan makrel. Eitt semjuskjal um at fara undir ítøkiligar samráðingar um fríhandilsavtalu verður væntandi undirskrivað í næstum, sigur landsstýrismaðurin í uttanríkis-...
36 min
05 November 2026
Breddin: Tilboð um rúsevnisviðgerð
'Leivur vil liva', men tað er trupult at sleppa í viðgerð og fáa tað tilboð, sum hann og hansara líkar hava tørv á.Í dag eru Beinir Johannesen, løgmaður, og Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í útvarpsstovuni, og svara spurningum, millum annað um, nær nakað tílíkt tilboð kemur.MiðskeiðisvaliðEin blá bylgja skolaði yvir USA týsdagin, tá ið demokratiski flokkurin vann bæði...
50 min
05 November 2026
Breddin Eyka: Úrslitið av miðskeiðisvalinum
Ein blá bylgja skolaði yvir USA týsdagin, tá ið demokratiski flokkurin vann bæði umboðsmannatingið og senatið. Í hesum eyka partinum tosa vit við politiskan viðmerkjara um, hvat tað merkir fyri demokratiska og republikanska flokkin og hvat fer at henda tvey tey næstu árini fram til næsta forsetaval. Við í sendingini: Sámal Matras Kristiansen Gjørt sendingina: Katrin Johannessen og Frants Jensen,...
27 min
03 November 2026
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
Veljarakanningar benda á, at demokratarnir í USA fara at vinna umboðsmannatingið, men tá ið talan er um senatið, stendur meira á jøvnum millum demokratarnar og republikanararnar.Í dag er miðskeiðisval í USA, har amerikanarar skulu gera av, um lóggávutingið framvegis skal vera republikanskt, ella um demokratarnir skulu fáa meiriluta.Skiftir kongressin lit, og verður blá, verður tað ikki so lætt...
45 min
30 October 2026
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
Ísraelar hava talt atkvøðurnar eftir tjóðartingsvalið týsdagin, men eingin greiður vinnari er.Hvørki vongurin hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, ella vongurin hjá avbjóðaranum, Gadi Eisenkot, kann telja upp í 61 sessir í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, sum skulu til fyri at skipa meirilutastjórn. Hvat gera teir so nú, spyrja vit í sendingini í dag.RúsevnaviðgerðRúsevnaviðgerð snýr seg...
51 min
29 October 2026
Telefonsamrøðan við Putin og sproytumisnýtsla
Tvey evni eru í sendingini. Samstundis sum norðurlondini eru komin saman á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í finska høvuðsstaðnum, Helsinki, í vikuni at finna felags loysnir um trygd, gjørdu norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, og finski forsetin, Alexander Stubb, av at ringja til russiska forsetan, Vladimir Putin. Danski forsætisráðsharrin, Mette Frederiksen, fanst at norðurlendsku...
43 min
27 October 2026
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
Tvey evni eru í sendingini í dag Ísraelar skulu í dag gera av, hvør skal sita í teimum 120 sessunum í ísraelska tjóðartinginum, Knesset, næstu fýra árini. Hetta er fyrsta tjóðartingsvalið í Ísrael síðani álopið hjá palistinska Hamas í Ísrael 7. oktober í 2023. Hvussu merkir tað valdagin í dag? Hvat snýr hetta valið seg um, og megnar Benjamin Netanyahu, sitandi forsætisráðharri, at halda fast um...
38 min
23 October 2026
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
Landsstýrið hevði stórar ætlanir í 2024, at fimm nýggjar vindmyllulundir skuldu koma upp í Føroyum eftir fimm árum.Nú skuldi nakað henda við grøna orkuskiftinum. Men enn er eingin nýggj mylla komin upp. Alt er steðgað upp í mótmælum og fleiri umhvørviskanningum.Nýggja ABC-samgongan sigur í samgonguskjalinum "Vit skulu seta ferð á grøna orkuskiftið".Hvat ætlar nýggja landsstýriskvinnan í orkumálum...
45 min
22 October 2026
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
Síðani russisku innrásina í Ukraina í 2022 hava Føroyar latið umleið 25 milliónir krónur í stuðli til Ukraina. Tað svarar til 0,09% av BTÚ.Danmark hevur latið munandi meira enn Føroyar. Tey hava latið 3,25% av BTÚ.Um Føroyar skuldu verið á donskum stigi og latið 3,25% av BTÚ, so høvdu vit latið 910 milliónir krónur. Politiskt kjak verður millum tvey av fyrrverandi landsstýrisfólkinum í...
45 min