Skip to content
Opens in a new window
Breddin: Upplýsingar um føroyingar á netinum
20 August 2026

Breddin: Upplýsingar um føroyingar á netinum

Breddin

About
Løgmaður hevur sent eitt uppskot til hoyringar, sum krevur, at internetveitarar skulu goyma ein logg, har tað stendur, hvør IP-adressa var online, og nær.  Upplýsingarnar skulu goymast í eitt ár. Á tann hátt ber til hjá løgregluni at síggja, hvør eigur internethaldið, og nær tað er brúkt aftur í tíðina.

- Hetta uppskotið fevnir víða, men ikki djúpt, sigur stjórin í Dátueftirlitinum. - Við hesum amboðnum kunnu vit greiða nógv mál, sum vit ikki kunnu í dag, sigur løgreglan. - Vit eiga at taka kjakið um, hvar markið gongur fyri privatfriðin hjá fólki, sigur samfelagsfrøðingurin.

Í sendingini verður politiskt kjak um uppskotið hjá løgmanni, og løgtingslimir vera í útvarpsstovuni. 

Gjørt sendingina: Katrin Petersen og Katrin Johannesen, sum eisini var redaktørur.

Við í sendingini: Tóri Højgaard, Kári Jacobsen, Laufey H. Blaasvær, Ruth Vang, Jóhannis Joensen, Sunnvá Dahl Høgfeldt, og Bjørg Brynhildardóttir Egholm.

Ljóðmynd: Heini Holm Johannessen.

Tøkningur: Alvin Elleby.