Skip to content
Opens in a new window
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
21 August 2026

Breddin: Fiskidagar ella kvotur?

Breddin

About
Burðardygd var eitt av høvuðsevnunum á altjóða fiskivinnuráðstevnuni IIFET, sum hevur verið í Norðurlandahúsinum hesa vikuna.
Burðardygd hevur eisini verið á breddanum seinastu mánaðirnir, tá fólk í vinnuni fóru at stúra fyri, at MSC-góðkenningin skuldi fara, tí at hon er treytað av, at fiskiskapurin verður stýrdur burðardygt.
Og hvussu gera vit so tað?
Fiskivinnuting var eisini á sjómannadøgunum á Klaksvík í vikuni, og har tók kjak seg upp, um vit skulu fara frá fiskidagaskipanini til kvotuskipan.
Altso skulu vit lata rættindi at fiska í so og so nógvar dagar, ella rættindi at fiska eina ávísa nøgd.
Tað kjakast løgtingslimir um í sendingini í dag.
Gjørt sendingina: Ingolf S. Olsen og Katrin Johannessen, sum eisini var redaktørur.
Við í sendingini: Petur Steingrund, Unn Laksá, Magni Laksáfoss, Fróði Magnussen og Eirikur í Jákupsstovu
Tøkningur: Alvin Elleby.
Vertur: Ingolf S. Olsen