[1] Um tað tá er nøkur áminning í Kristi, um tað er nøkur kærleiks uggan, um tað er nakað samfelag andans, um tað er nøkur samkensla og miskunn,
[2] tá gerið gleði mína fullkomna, við tað at tit hava sama hug, hava sama kærleika og samlyntir hava eitt í huga,
[3] einki gera av egingirnd, einki av lyst eftir fáfongdari æru, men heldur í lítillæti meta hvør annan meira enn seg sjálvan,
[4] og ein og hvør hyggur ikki bert um tað, sum hansara er, men ein og hvør eisini um tað, sum aðrir hava.
[5] Sama sinnalagið veri í tykkum, sum eisini var í Kristi Jesusi,
[6] hann, sum, tá ið hann var í Guðs mynd, ikki helt tað fyri rán at vera Guði líkur,
[7] men avklæddi seg hana, í tí at hann tók á seg tænara mynd og gjørdist monnum líkur;
[8] og tá ið hann í framkomu var sum maður, setti hann seg sjálvan lágt, og varð lýðin til deyða, ja, til deyða á krossi.
[9] Fyri tað hevur eisini Guð hátt upphevjað hann og givið honum navnið, sum er yvir hvørjum einum navni,
[10] fyri at í Jesu navni skal hvørt knæ boyggja seg, teirra, sum eru á himni, og teirra, sum eru á jørð, og teirra, sum eru undir jørðini,
[11] og hvør tunga skal ásanna, at Jesus Kristus er harri, til dýrdar Guðs faðirs.
[12] Tess vegna, elskaðu mínir, líkasum tit altíð hava verið lýdnir, so arbeiðið, ikki bert sum tá ið eg eri hjástaddur, men nú nógv meira, tá ið eg eri frástaddur, upp á tykkara egnu frelsu við ótta og bivan;
[13] tí at tað er Guð, sum virkar í tykkum bæði at vilja og at virka, eftir sínum tokka.
[14] Gerið alt uttan meinskan og iving,
[15] fyri at tit mega verða lýtaleysir og reinir, ólastandi børn Guðs mitt í eini spiltari og rangari ætt, har sum tit sýna tykkum eins og himnaljós í heiminum,
[16] við tað at tit halda lívsins orði fram, mær til rós á degi Krists, at eg ikki havi runnið til einkis og ikki heldur arbeitt til einkis.
[17] Ja, um eg sjálvur verði ofraður, meðan eg geri altartænastu fyri trúgv tykkara og beri hana fram sum offur, so gleðist eg og samgleðist við tykkum øllum.
[18] Á sama hátt skulu eisini tit gleðast og samgleðast við mær.
[19] Men eg havi ta vón í Harranum Jesusi, at eg brátt kann senda Timoteus til tykkara, so at eisini eg kann verða glaður í huga, tá ið eg fái at vita, hvussu tað veit við hjá tykkum;
[20] tí at ongan havi eg hansara líka í lyndi, sum so trúliga vil hava umsorgan fyri, hvussu tykkum veit við.
[21] Tí at allir søkja teir sítt egna, men ikki tað, sum hoyrir Kristi Jesusi til.
[22] Men hansara roynda trúskap vita tit um, at hann hevur tænað fyri gleðiboðskapinum saman við mær, eins og barn tænar faðir sínum.
[23] Hann vóni eg tá at fáa sent, líka skjótt sum eg síggi, hvat ið úrslitið verður hjá mær.
[24] Men eg havi tað álit á Harranum, at eg eisini sjálvur skal koma skjótt.
[25] Men eg helt tað vera neyðugt at senda til tykkara Epafroditus, bróður mín og starvsfelaga og stríðsfelaga, men sendimann tykkara og ørindreka til at veita mær hjálp í trongd míni;
[26] av tí at honum longdist eftir tykkum øllum og hann hevði nógva órógv á sær, tí at tit høvdu hoyrt, at hann hevði verið sjúkur.
[27] Tí at hann var reiðuliga sjúkur, komin til deyða; men Guð miskunnaði honum, og ikki bert honum, men eisini mær, fyri at eg ikki skuldi hava sorg oman á sorg.
[28] Tí sendi eg hann so mikið skjótari, fyri at tit kunnu verða glaðir aftur, tá ið tit fáa at síggja hann, og eg kann verða meira ekkaleysur.
[29] Takið tá móti honum í Harranum við allari gleði, og havið slíkar menn í æru;
[30] tí at fyri Krists gernings skuld var hann komin til deyða, við tað at hann setti lív sítt í váða, fyri at bøta um saknin av tykkum í tænastuni móti mær.