Vikan 9. mai 2026
09 May 2026

Vikan 9. mai 2026

Vikan

About
Vikugesturin var Bjørg Brynhildardóttir Egholm, sum fekk 971 atkvøður á løgtingsvalinum og er yngsta fólkið, sum er valt inn á ting.

Djarvastu viðmerkingina hesa vikuna hevur Armgarð Arge, sum legði vikuna á skák. 

Í Dagføroyingum, sum er í seinna tímanum, viðgera vit vitlíki. Hvat ER vitlíki, hvussu kunnu vit brúka tað, hvussu kann tað tæna okkum og samfelagnum, og ERU avbjóðingar ella vandar? 

Í útvarpsstovuni eru:
- Ólavur Ellefsen, teldufrøðingur, íverkseti, stjóri í fyritøkuni Usable. Ólavur var í verkætlanarbólkinum, sum gjørdi forkanningina um vitlíki.
- Rannvá Mortansdóttir, sum undirvísir í enskum, føroyskum og miðlakunnleika á Glasi.
- Barbara Scalvini, PhD og hevur lisið teldufrøði og lívfrøði. Barbara arbeiðir á Setrinum og er í holt við eina verkætlan um skynsama nýtslu av vitlíki.
- Katla Heðinsdóttir, PhD í heimsspeki.

Hoyr alla sendingina her