About
Fjalldagurin í Heygshaga er ein serligur dagur á Strondum. Heygshagi er millum teir størstu ognarhagarnar í landinum, og har eru úti við 40 eigarar. Tí er ein stórur partur av bygdini ávirkaður av fjalldegnum í ognarhaganum.
Hildið varð, at lombini í Heygshaga vóru ov smá, tí ov nógvur áseyður var í haganum. Tí varð avgjørt fyri nøkrum árum síðani at minka áseyðatalið ein fjórðing.
-Tað er ótrúligt sum tað er nógv broytt hesi seinastu 30 árini. Tað er sum nátt og dagur. Fyrr var eitt lamb úr Heygshaga, sum vigaði 25 pund, mett at vera eitt gott lamb. Í dag er vanligt at lombini fara langt upp um 30 pund og ein partur fer eisini upp um 40 pund, sigur Jónhard Johansen, sum er ein av teimum trimum røktingarmonnunum í Heygshaga. Hann er sera glaður fyri gongdina. Í sendingini verður m.o. eisini tosað við hinar báðar røktingarmenninar, Artur Johansen og Jóhan Kass. Eisini verður tosað við 90 ára gamla Eliesar Høj.
Í Heygshaga er kenning og tí kenna allir eigararnir sín seyð, sum teir passa um veturin. Umleið 1000 seyðir tilsamans eru komnir í stóru rættina Við Kolbeinagjógv, og tað er áhugavert at síggja hvønn einstakan eigara fara inn í rættina at finna sín seyð.
Í sendingini verður tosað við fjallfólk í Heygshaga og fólk á rættini. Og tey, sum eru við í sendingini, eru: Artur Johansen, Sverri Kass, Tummas Eli Høj, Jan Abrahamsen, Eliesar Høj, Marita Danielsen, Rut Súsonnudóttir Kjærbo, Jóan Karl Danielsen, Borgar Persson, Marjun Johansen, Jóhan Kass, Jónhard Johansen og Hans Eli Jacobsen.