Vágskálin: Forkunnugt innlit í gomlu Havnina
18 March 2026

Vágskálin: Forkunnugt innlit í gomlu Havnina

Vágskálin

About
Óli Jacobsen hevur í mong ár skrivað søguligt tilfar í FF-blaðnum og Sosialinum, og fleiri bøkur hevur hann eisini givið út, m.a. um Kristian Djurhuus, løgmann.

Mest hevur Óli tó skrivað um tey, sum liggja jarðað í gamla kirkjugarði undir Svínaryggi í Havn.

Óli sigur í "Hendur ið sleptu", at kirkjugarðurin má sigast at vera eitt tað søguligasta plássið í Føroyum, ið hvussu er tá ið tað snýr seg um persónssøgu.

Bókin byggir í høvuðsheitum á endurminningarnar hjá Carolinu Heinesen, mammu William Heinsen, og dagbókina hjá Egili Henning Djurhuus, abbasoni Jóhan Chr. Djurhuus, Faktorin í Klaksvík.

Dagbókin er skrivað frá 1916 til 1919, tá Egil doyði bara 20 ára gamal.

Erland Viberg Joensen, søgufrøðingur, ummælir bókina, og hann heldur, at hon gevur eitt sera gott innlit í lívið í Havn seinna helming av 19. øld og 20. øld.

Tó hevur hann ilt við at síggja, hvat annað tekstirnir hjá Caroline Heinesen og Egili Henning Djurhuus hava til felags, og tí kundu "Hendur ið sleptu" kanska verið tvær ymiskar bøkur, heldur hann.

"Óli Jacobsen hevur skrivað um 500 fólk í tilsamans 240 greinum, so hann hevur gjørt eitt sera stórt arbeiði," staðfestir Erland Viberg Joensen.

Uni Arge leggur til rættis.