Skip to content
Opens in a new window
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
14 October 2026

Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna

Vágskálin

About
Herdis Skorastein er fødd í Leirvík 7. august í 1945. Í dag er hon minnisveik og býr á røktarheimi í Danmark.

Í 2008 gav honum systurdóttir síni eitt handrit, sum sigur søguna um, hvussu Herdis á yngri árum fekk ilt í knæið og at enda misti beinið við skurðviðgerð.

Herdis Skorastein stríddist næstu árini við avleiðingarnar av at missa beinið og royndi m.a. at fóta sær aftur við protesu og drúgvum uppvenjingum.

Tóra við Keldu og Pál Weihe halda, at talan er um eina bersøgna frásøgn, sum ein bæði viljasterk og stríðsfús kvinna hevur skrivað.

Tóra nevnir, at Herdis var óheppin, at hon fekk sínar trupulleikar í eldri tíð, tí tá varð lítið og onki tosað um, hvussu børn høvdu tað.

Herdis varð løgd inn á Finsen, og misjavnt var, hvussu væl henni dámdi læknarnar. Summar dámdi henni ikki, men aðrir vóru fyrikomandi - og onkur kensluliga ávirkaður av hennara støðu.

Pál Weihe heldur tað vera ivasamt, um Herdis noyddist at taka beinið orsakað av krabba. Okkurt bendir á, at bruni og beinetari komu í knæið, men hetta kann ikki sigast við vissu.

Uni Arge leggur til rættis.