zeno
Home
Explore
Religious
Music
News
Podcasts
Bible
By Genre
By Location
By Language
Download App
Log in
Sign up
Toggle Sidebar
zeno
Kringvarp Føroya
Orðaval
News
Faroese
Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.
Website
Episodes
31
09 February 2026
Orðaval #31: Norðurlendskir málførleikar
Hvussu ansa vit eftir okkara málsliga siðaarvi? Tað spyr Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini, nú tað vísir seg, at børn og ung skilja illa hini norðulendsku málini. Øssur Egholm er vertur.
31 min
28 January 2026
Orðaval #30: Umljóð og kærleiksorð
Bjarni Steintún, sum starvast á føroyamálsdeildini, er gestur í sendingini, har tosað verður um umljóð, men eisini um orð, ið hava við kærleika at gera. Vertur er Øssur Egholm.
28 min
12 January 2026
Orðaval #29: Orðið "jól" og stavingarhættir
Hesaferð tosa vit um orðið "jól". Eisini skifta vit orð um rithøvundan Magnus Dam Jacobsen, ella Magnus á Kamarinum, sum andaðist í 1978, og sum onkursvegna breyt upp úr nýggjum í mátanum at skriva uppá, bæði skaldsøgur og stuttsøgur. At enda verður eisini tosað um reglur í sambandi við hvussu orð stavast. Gestur í sendingini hesaferð er Dagfinn Olsen, lærari.
32 min
22 December 2025
Orðaval #28: Ársins orð, málreinsan og málsligur økismissur
Ársins orð, málreinsan og málsligur økismissur eru millum evnini, ið verða viðgjørd í ársins síðstu útgávu av Orðavali. Tosa verður eisini um happing í sambandi við framburð av ávísum orðum. Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur.
37 min
02 December 2025
Orðaval #27: Ljóðbroytingar og atvent og jól
Nøvn sum atvent og jól er evnið í sendingini, har tosað eisini verður um ljóðbroytingar, iðhenda ímillum norrønt og føroyskt. Bjarni Steintún er gestur í sendingini.
33 min
17 November 2025
Orðaval #26: Nýggj orð
Í sendingini verður tosa um ymiskt málsligt, sum javnan er frammi, og sum kjakast verður um, og eisini verður tosa um nýggj orð, sum javnan koma inn í málið. Umframt hettar var spurningur frá lurtara eisini svaraður. Gestur hesaferð var Dagfinn Olsen, lærari."
31 min
04 November 2025
Orðaval #25: Málkensla og navnorðagerð
Málkenslu og navnorðagerð eru evnini í 25. útgávuni av Orðaval, har Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini á Setrinum er gestur.Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
31 min
20 October 2025
Orðaval #24: Málsøga og orðasøgur
Í sendingini hesaferð verður tosað um málsøgu og orðasøgur. Millum annað um serliga føroyska fyribrigdið "skerping", og um orð, sum hava fingið nýggja merking upp í gjøgnum tíðina. Gestur er Bjarni Steintún. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
28 min
07 October 2025
Orðaval #23: Stavraðið, avroð og doyggjandi orð
Evnini í sendingini eru stavraðið, sum nú er í uppskoti at broyta. Eitt annað evni er orðið "avroð", og so verður nomið við orð, ið tykjast vera á veg úr málinum. Eisini verður brot úr einari av orðabókasendingunum hjá Jóan Hendriki Winther Poulsen frá 1978 at hoyra. Gestur: Dagfinn Olsen, lærari. Vertur: Øssur Egholm. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá...
26 min
28 May 2025
Orðaval #22: Fólkanøvn
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya er gestur í sendingini, har tosað verður um fólkanøvn, eitt nú Fríðrikkur, og hvussu tey bendast. Men eisini verður orðið "kaðal", og hvussu tað bendist, viðgjørt. Málslig ráðgeving, og tilfar og tíðindi um mál liggur á heimasíðuni hjá Málráðnum.
39 min